Hondbóltur

Skulu royna at skriva nýggja søgu í Berlin

Føroysku U21-menninir skulu beint eftir døgurða spæla HM-fjórðingsfinalu móti Serbia, og tað verður helst heilt spennandi.

Føroyar hava stóra uppgávu í stóru Max Schmeling høllini í størsta týska býnum (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar hava stóra uppgávu í stóru Max Schmeling høllini í størsta týska býnum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-29 07:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Berlin, Týskland (Portalurin) - Ein av teimum allarmest spennandi dystunum í føroysku hondbóltssøguni verður spældur seinni í dag. Føroyska U21-landsliðið við monnum hevur higartil vunnið allar sínar dystir í HM-endaspælinum, er komið so langt sum einki føroyskt ítróttarlið er í so stórari kapping, og nú kemur higartil størsta uppgávan av øllum.

Treytirnar eru einfaldar: Vinna okkara, so verður hálvfinala á skránni móti Danmark ella Týsklandi seinnapartin leygardagin, og so eru Føroyar ógvuliga nær við eitt HM-heiðursmerki. Um serbar basa Føroyum, so verður talan um sonevndar plaseringsdystir um vikuskiftið.

Tað er ein harvið ein ógvuliga stórur munur á, hvussu Hondbóltsføroyar fara inn til vikuskifti. Tað kann gerast eitt vónbrot, hóast eitt heilt sterkt føroyskt avrik higartil. Hinvegin er tað heilt stórt, um ungu føroysku menninir aftur sigra: Spenningurin fer at økjast, fepurin fer uppeftir, og fleiri føroyingar fara at koma til Berlin fríggjakvøldið. Føroyar eru, sambært veddingarfyritøkunum, ein greiður favorittur.

Sí samrøður við spælarar úr Berlin:
Bogi Hansen: - Hetta kann blíva ordiliga stórt
Pauli Jacobsen: - Haldi vit eru betri enn teir á nøkrum økjum
Rói Ellefsen á Skipagøtu: Eru góðir til at halda fokus og hyggja frameftir

Les eisini: Spæla móti EM-bronsuvinnarunum

Tað er longu eitt slag av "hype" rundanum U21-landsliðið - nakað sum málverjin og liðformaðurin Pauli Jacobsen tosaði um í samrøðu í gjár. Staðfest varð tó, eins og frá øðrum í leguni, at tað ikki fyllur nógv í sjálvum hópinum, og at tað verður veruliga hugsavna seg um uppgávuna. Tað er Serbia, og tað er eitt sterkt lið við ávísum profilum og spælarum frá høgum stigi, ið fingu EM-bronsu í gjár.

Julian Johansen, landsliðsvenjari, og viðmerkjarar tosaðu í gjár við Portalin um mótstøðuliðið og tað at vera á til slíka uppgávu.

Sí eisini:
Julian Johansen: Serbia er kanska fysiskt sterkasta liðið í kappingini
Djóni og Jónas við múrin: - Føroyar vinna við fýra

Føroyar hava úrmælingar, ið kunnu avgerða slíkar dystir. Nú er Óli Mittún komin afturat, og allir hinir hava longu víst seg væl fram í hesari kappingini. Føroysku fjeppararnir fara at royna at gera sítt, og heilt nógv fara at fylgja við tíðliga seinnapartin - á stórskíggjum og á annan hátt.

Kringvarpið vísir dystin frá 11.45, og FM1 sendir beinleiðis frá klokkan 11.

Fyrsta bríksl í Berlin verður klokkan 12.15 føroyska tíð. Portalurin verður á staðnum, og hava vit ymiskt tilfar.

[object Object]
Føroyski hópurin saman við góðu stuðlunum eftir sigurin á Spania í Magdeburg fríggjakvøldið. Talið av føroyskum fjepparum er økt síðani hetta, og kann fara nógv upp til vikuskiftið (Mynd: Sverri Egholm)

U21 HM-endaspæl, fjórðingsfinalur
Hósdagin 29.06 - Max Schmeling Arena, Berlin

12.15: Føroyar - Serbia
14.45: Ísland - Portugal
17.30: Ungarn - Kroatia
20.00: Týskland - Danmark

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder