Hóskvøldið var var seinasta hond løgd á fyrireikingarnar til dystin móti Kroatia í annaðkvøld.
Ein tíma undan venjingini var tíðindafundur, har venjarin hjá føroyska landsliðnum, Eyðun Klakstein og Meinhard E. Olsen møttu pressuni. Bæði føroysku og kroatisku. Fyrst greiddu teir eitt sindur frá góðu støðuni sum landsliðið hevur spælt seg í, fyri síðan at taka ímóti spurningum frá miðlunum, sum vóru møttir.
Tað vóru nakrir spurningar settir frá føroysku og kroatisku miðlunum. Millum annað segði Eyðun Klakstein, at allir menn eru tøkir til dystin, og at hann hevur sett navn á start 11, men vildi ikki avdúkað nøvn.
Spurdur, um Meinhard E. Olsen byrjaði inni nú hann var við á tíðindafundinum, segði Eyðun Klakstein brosandi, at tað fer tíðin at vísa.
Kroatiskir miðlar spurdu, hvussu tað bar til at Føroyar nú kláraðu seg so væl í landsliðshøpi. Til hetta segði Eyðun Klakstein, at hetta er úrslit av hørðum miðvísum arbeiði gjøgnum fleiri ár, tí ongin kemur sovandi til nakað.
Sí myndir frá HNK leikvøllinum í Rijeka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald