Føroyska U19-landsliðið hjá kvinnum spældi seinnapartin í gjár sín fyrsta dyst í bólkaspælinum í EHF Championship kappingingini í Litava. Tær fingu eina góða byrjan móti Bulgaria.
Føroyar skoraðu 46 mál, og fýra spælar fingu seks mál hvør: Silja Olivia Heðinsdóttir, Bjørk Franksdóttir Joensen og Maria Pálsdóttir Nólsoy úr Neistanum, umframt Lukka Arge úr H71. Lukka gjørdist eisini dagsins spælari. Aðrar bjóðaðu seg eisini væl frá: Til dømis skoraði Lea Mohr 5 mál av vonginum.
Føroyar - Bulgaria 46-24 (22-8)
Myndir: EHF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald