Fótbóltur

Myndir: Skulu stríðast fyri sigrinum heilt har suðuri í Evropa

Evropa Point leikvøllurin liggur við sunnasta oddin av ibersku hálvoynni - tað er "gammeldags graslíki", sum flestu føroysku spælararnir kenna eitt sindur til.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-07 20:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gibraltar, Portalurin: Føroyska manslandsliðið hevur í kvøld havt sína fyrstu og einastu venjing her undan HM-undankappingardystinum móti Gibraltar.

- Hetta verður ein dystur, sum fer at marka nakað og merkjir nógv fyri okkum. Umstøðurnar her eru øðrvísi enn á einum fullsettum Tórsvølli, men menninir eru væl fyri, og tað fer at hjálpa væl, at vit hava eini 100 føroyskar áskoðarar her, sigur Eyðun Klakstein.

Sí eisini: Sjey FC Suðuroy-nevndarlimir við á Gibraltar: - Styrkir samanhaldið og sambandið

Gullbrandur Øregaard hevur avloyst leikbannaða Odmar Færø í hópinum. Tað verður Samuel Johansen Chukwudi, sum fer at avloysa Odmar í miðverjuni. Tað verða í øllum førum tvær broytingar afturat hesum á føroyska liðnum.

Les eisini: - Eru ikki so góðir at vit ikki kunnu tapa móti hesum liðnum

Undankappingin til HM 2026 - Bólkur L
Í morgin, mánadagin 8. september
19.45: Gibraltar - Føroyar

Sí myndir frá venjingini á Evropa Point leikvøllinum, sum Sverri Egholm tók, niðanfyri:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder