Skopje, Norðurmakedónia (Portalurin): Føroyska ferðalagið kom fram á Aleksandar Palace í Skopje í gjárkvøldið. Navnið ber boð um nakað stórsligið og søguligt, og tað er nakað, sum føroysku hondbóltsmenninir skulu út at royna at fremja í kvøld.
Spælararnir hava fingið hvílt seg væl á stóra gistingarhúsinum, og fyri løtu síðani gingu teir stutta teinin yvir í leikhøllina.
Sólin bakar. Inni í Boris Trajkovski leikhøllini er framvegis rímiliga friðarligt, men yvir 6.000 mælskir norðurmakedónar vera helst til staðar í kvøld.
Sí eisini: Video: Eisini stuttligt og mennandi at spæla undir slíkum trýsti
Málmansvenjarin og fysioterpaeuturin Tom Jensen stóð fyri nakað av rørslum og strekking við øllum, áðrenn hann tók málverjarnar. Síðani tók Peter Bredsdorff-Larsen sær av álopinum og gjøgnumgekk ymiskar loysnir - serliga var tað í 7 imóti 6 og við tí fyrivarni, at íhvussu er ein norðurmakedóni fer at verja nakað hægri í dag.
Hetta var sum heild ein ógvuliga stutt og løtt venjing. Nú fara føroysku spælararnir at eta og hvíla seg á gistingarhúsinum áðrenn seinastu taktisku fyrireikingarnar.
Føroysku fjeppararnir fara eisini at "fyrireika seg" seinnapartin. Stór upphiting verður á terassuni á Mariott gistingarhúsinum í norðurmakedónska høvuðsstaðnum frá klokkan 15 lokala tíð.
Dysturin byrjar klokkan 19 lokala tíð - klokkan 18 føroyska tíð. Vit hava meira úr Skopje seinnapartin og í kvøld.
Portalurin er á staðnum í Skopje og hevur beinleiðis blogg og nógv ymiskt annað tilfar í dag. Norðurmakedónia–Føroyar sæst í Kringvarpinum. FM1 hevur beinleiðis útvarpsfrásøgn, og jn.fo er eisini við.
Sí myndir úr høllini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald