Fótbóltur

Myndir: U21 fyrireikar seg til at taka ímóti Norðurmakedónia

Føroyska liðið vandi fyrr í dag á Ovara vølli í Gundadali. Dysturin ímóti Norðurmakedónia verður leiktur í Klaksvík í morgin.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-10-06 18:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U21-landsliðið hevur fýra stig fyri tríggjar dystir og kann við einum sigri í morgin í roynd og veru leggja seg á odda í bólki H í undankappingini til HM 2023.

Mótstøðuliðið, Norðurmakedónia, hevur eitt stig fyri tveir dystir: Eftir 3-0 tap í Fraklandi, fekk liðið nakrar dagar seinni javnleik á heimavølli móti Serbia.

Liðið hjá Sámal Erik Hentze spældi eisini tveir dystir fyrstu vikuna í september: Fyrst endaði tað við 2-0 ósigri í Armenia, men fýra dagar seinni skelkaður Føroyar fótbólts-Evropa við 1-1 javnleikinum móti Fraklandi, ið er stórfavorittur at vinna bólkin.

Í mun til seinast eru Andrias Edmundsson, Lukas Giessing og Jonn Johannessen við. Teir tríggir hava verið fastir menn, síðani Bagge tók yvir, men vóru ikki tøkir vegna skaðatrupulleikar í september.

Bárður á Reynatrøð, ið hevur verið fyrstaval í málinum, er ikki við vegna skaða. Mest sannlíkt er, at Bjarti Vitalis Mørk úr HB tekur hansara pláss.

Liðið vandi millum annað deyðbóltsstøður á Ovara Vølli fyrr í dag - seinnapartin var løtt venjing á skránni við Djúpumýru í Klaksvík, sum í morgin verður karmur um ein U21-dyst á fyrsta sinni.

Føroyar og Norðurmakedónia spæla í morgin klokkan 14 við Djúpumýru. Portalurin verður til staðar til dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder