Í gjár savnaðist A-landsliðshópurin hjá monnum fyri at byrja veruligu fyrireikingarnar til HM-undankappingardystirnar á heimavølli móti Eysturriki og Skotlandi.
Hannes Agnarsson er tann leikarin, ið fyri fyrstu ferð er við.
Tann eini leikarin, ið ikki vandi við, var Meinhard Egilsson Olsen. 24-ára gamli vongurin hevur verið fastur maður undir Håkani Ericson, men í dag súkklaði hann, heldur enn at venja við, og hevur helst okkurt at dragast við.
Føroyska liðið venur aftur á Tórsvølli í morgin og fríggjadagin; dysturin móti Eysturríki verður bríkslaður í gongd klokkan 19.45 leygarkvøldið. Føroyar hava fýra stig fyri seks umfør - øll eru komin móti Moldova.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald