Fótbóltur

Myndir: Vandu í vandum umstøðum - í morgin er tað Havnin

KÍ hevur evropeiskan heimadyst á Tórsvølli týskvøldið klokkan 19.45. Vit vóru framvið til venjingina í gráliga veðrinum, har lagið var gott.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2025-08-04 20:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnukvøldið vandi KÍ-hópurin nærum í loyndum á Tórsvølli. Tað er har, at fyrri dysturin móti Neman Grodno í 3. umfari í Conference League verður spældur týkvøldið.

Í kvøld var venjingin tó í kendu umstøðunum í Klaksvík. Tað var gráligt og heldur kølið í høgættini, men lagið var gott á spælarum og teimum, ið vóru komin at forvitnast.

- Tað gevur okkum nakrar fyrimunir at spæla serliga evropeiskar dystir her. Men tað er vanliga eisini gott á Tórsvølli, segði Hallur Hansson við Portalin undan venjingini.

Hoyr alla samrøðuna her

Talan var um lætta og stutta venjing. Odmar Færø vandi ikki við, men verjuspælarin spælir í morgin sín evropeiska dyst nummar 51. Jonn Johannessen vandi við eina løtu men verður helst ikki í hópin hesaferð.

Sí myndir niðanfyri, sum Sverri Egholm tók.


UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrri dysturin
Týsdagin 5. august á Tórsvølli
19.45 KÍ - Neman Grodno (BLR)

Til ber at keypa atgongumerki her

FM1 sigur frá, og Portalurin verður á staðnum við beinleiðis bloggi og øðrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder