2023-07-09 19:45

Føroyska liðið í badminton vann eisini annan dystin í dag trygt. Úrslitið móti Suðuroyggjum (Western Isles) gjørdist 5-0. Føroyingarnir vunnu allar dystirnar.
Nú verður bíðað í spenningi eftir úrslitinum í dystinum móti Hetlandi, sum er farin í gongd.
Vinna Føroyar henda dystin og enda á fyrsta plássi í sínum bólki, eru tey tryggjað pláss í hálvfinalunum, og harvið í minsta lagið møguleika fyri at spæla um bronsu í morgin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald