Fótbóltur

Nadja Tróndardóttir og Birthe Sikvat vunnu seg víðari

Hinir føroysku umboðini til HM-kappingina í darti vórðu sligin út í fyrstu royndini. Einmansleikur er á skránni hjá monnum nú og liðkapping hjá kvinnum.

Føroyski landsliðshópurin í Esbjerg. Tey kappast aftur í dag

Føroyski landsliðshópurin í Esbjerg. Tey kappast aftur í dag

2023-09-27 09:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyska dartlandsliðið spældi í gjár fyrstu dystirnar í HM-kappingini, sum er í Esbjerg. Avrikini vóru eitt sindur misjøvn. Tvey av teimum átta føroysku umboðunum spældi seg víðari.

Tvímansleikur hjá monnum: Tvær ferðir 2-4
Menninir løgdu fyri í tvímansleiki. 98 pør vóru við, og talan var um cup-kapping, so pørini vórðu útsligin, so hvørt tey taptu.Føroyar høvdu tvey pør við.

Jan McIntosh og Uni Árting skulu í eldin sum teir fyrstu móti einum pari úr Spania. Vónirnar til at teir kundu gera seg galdandi í kappingini vóru til staðar. Men Jan og Uni fingu eina sera vánaliga byrjan og komu beinanvegin afturum 0-2. Teir kláraðu at javna til 2-2, hóast spælið ikki veruliga hekk saman. Tað batnaði heldur ikki í 5. og 6. setti, sum spaniólar vunnu greitt og sostatt taptu Jan og Uni 2-4.

Hitt føroyska parið, Marjus Hansen og Jan Erik Fjallstein, skuldi síðani royna seg móti pari úr New Zealandi. Vónirnar at vinna vóru ikki so øgiliga góðar, tí tann eini leikarin hjá New Zealandi vann gull í einmansleiki við seinasta HM.

Men tað vísti seg beinanvegin, at Marjus og Jan Erik vóru klárir frá fyrsta píli og løgdu seg trygt á odda 2-1. Fjórða settið skuldi vísa seg at gerast ógvuliga avgerðandi. Marjus og Jan Erik misnýttu 11 sett-pílar, og so javnaðu New Zealendarar til 2-2. Í fimta og sætta setti fekk føroyska parið eisini fleiri sett-pílar, men brendu hvørja ferð og so vann New Zealendska parið 4-2. Føroysku spælararnir iðraðu seg øgiligt um, at teir ikki tóku av møguleikanum at skapa eina lítla sensatión so tíðliga í kappingi.

[object Object]
Føroyski landsliðshópurin í Esbjerg 

Einmansleikur hjá kvinnum: Birthe og Nadja komu víðari 
Tær fýra føroysku kvinnurnar skuld royndu seg í einmansleiki. 172 leikarar vóru við.

Beinta Joensen var tann fyrsta at spæla. Tað var móti Ingibjørg Magnusdóttir úr Íslandi. Beinta var væl við tvey tey fyrstu settini og fekk eisini fleiri sett-pílar, sum hon tó misnýtti. Ingibjørg legði seg á odda 2-0, og eftir hetta var íslendska umboðið klárt tað betra og vann dystin 4-0.

Birthe Sikivat møtti einum lettiskum leikara í fyrsta umfari. Lettiska kvinnan skoraði betur, men Birthe var tann tryggara, tá settini skuldi lukkast og fekk eina 3-2 leiðslu. Birthe misnýtti tríggjar dystar-pílar í sætta setti, men í avgerðandi settinum var Birthe aftur tann tryggara, tá settið skuldi lukkast og vann dystin 4-3. Í øðrum umfari møtti Birthe Brynju Jónsdóttir úr Íslandi. Her var Brynja greitt betri enn Birthe og vann 4-1.

Joan Edvør Jacobsen sat yvir í fyrsta umfari. Hon skuldi í øðrum umfari royna seg móti leikara úr Suður Afrika. Fyrsta settið var javnt, Joan Edvør fekk sett-pílar, men hon misnýtti tíverri. Spælið hjá Joan Edvør hekk ikki saman og hon sá út til at vera merkt av nervum. Í triðja setti megnaði hon tó at minka um munin til 1-2 við góðari lukking, men eftir hetta riggaði einki og Joan Edvør tapti 1-4.

Nadja Tróndardóttir sat eisini yvir í fyrsta umfari. Í øðrum umfari møtti hon leikara úr Catalonia. Nadja legði seg á odda 3-0 við tryggum lukkingum, men eftir hetta stegaði hon mest um upp, og løtu seinni var 3-3. Í sjeynda og avgerðandi settinum vóru báðar týðuliga merktar av nervum og misnýttu nógvar dystar-pílar, áðrenn Nadja lukkaði og vann 4-3.

[object Object]
Nadja og Deta Hedman, ið vanliga er millum tær fremstu í hesum kappingunum 

Í triðja umfari æt mótstøðukvinnan Deta Hedman úr Onglandi. Deta er 63 ára gomul og er ein legenda í kvinnu-darti. Hetta er hennara 7. HM-kapping og hon hevur áður vunnið 11 HM-heiðursmerkir. Vónirnar hjá Nadju, ið er á landsliðnum fyri fyrstu ferð, vóru harvið ikki serliga góðar. Deta Hedman var eisini klárt tann betra og vann greitt 4-0. Nadja fekk tó tryggjað Føroyum fyrsta stigið í samlaða HM-roknskapinum á hesum sinni.

Kappingin heldur fram í dag við einmansleiki hjá monnum og lið-dystum hjá kvinnum. Á youtube rásini hjá Dansk Dart Union verður hvønn dag stroymt frá kappingini. Til ber eisini at fylgja við øllum dystunum her.

Dartsamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder