
Eins og seinasta fríggjadag, verður nógvur fótbóltur í fremstu føroysku mansdeildini í morgin, fríggjadagin 16. mai.
Betrideildin 10. umfar:
Fríggjadagin 16. mai, dýri biðidag
15.00:
EB/Streymur - Víkingur
07 Vestur - TB
16.00: B68 - B36
17.15: HB - KÍ
Leygardagin 17. mai
15.00: FC Suðuroy - NSÍ
Í teimum báðum fyrstu dystunum í umfarinum snýr tað seg um ávikavist stríð um 5.pláss/stríð um at nærkast evropeisku plássunum og botnstríð. Samstarvið millum Dan Brimsvík og 07 Vestur endaði týsdagin, og áðrenn Micheal Schjønberg kemur aftur til landið í næstu viku, skal Sigtór Petersen royna at leiða liðið til fyrsta sigurin í ár. TB er fimm stig frammanfyri og vann fyrr í ár á 07 Vestur.
Sí eisini: Micheal Schjønberg kemur aftur til Sørvags
B68 spældi javnleik móti B36 í Gundadali fyrr í ár og skal aftur royna at fáa stig frá ovara liðnum.
Klokkan 17.15 verður stórdystur í Gundadali. Spurningurin er um HB, nú við nýggjum venjaratoymi, kann gera nakað við KÍ, ið hevur fult stigatal. Oddaliðið vann heili 4-0, tá liðini hittust skírisdag, og KÍ hevur eisini sent HB úr steypakappingini fyrr í ár.
Sí eisini: KÍ leingir við lyklaspælarar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald