Dysturin um triðja plássið í deild A í Nations League er júst leiktur. Hann endaði málleysir eftir 120 minuttir, og í brotssparkskappingini vónru ongleningar stinnari. Hetta er aðru ferð á rað, at Ongland vinnur eftir brotsspark. Tað hendi seinast í áttanpartsfinaluni til HM í fjør, har Ongland vann á Kolumbia, og hetta var fyrstu ferð í 22 ár, at fótbóltsins móðurland vann eina brotssparkskapping til eitt endaspæl.
Portugal hevur heimavøll í finaluni í kvøld móti spennandi hollendska liðnum, sum hóskvøldið vann 3-1 eftir longda leiktíð ímóti Onglandi. Í hinari hálvfinaluni, sum var kvøldið fyri, sendi Ronaldo Portugal í finaluna við frálíkum hattriki í 3-1 sigrinum á Sveis. Harvið hevur heimaliðið havt líka yvir eitt samdøgur longri frí og leikti hálvan tíma minni í vikuni.
Les eisini:
Ronaldo sendi Portugal í finaluna
Holland í finaluni eftir longda leiktíð
Portugisar hava feska royndir í at vinna eina finalu; Í 2016 kom EM í hús, og hetta var fyrsta stóra steypið hjá A-landsliðnum hjá Portugal. Nations League er ikki eins stórt, men finalistarnir í kvøld hava bast nøkrum av fremstu evropeisku fótbóltstjóðunum í løtuni fyri at koma hertil. Hjá Portugal er motivatiónin helst eisini stór. Til EM-endaspæli á heimavølli í 2004 tapti Portugal finaluna fyri Grikkalandi.
Holland kann staðfesta, at liðið er á veg aftur á tindin í kvøld, har talan kann gerast um eina ferðmikla og vælleikta finalu, har londini skulu royn at gerast tað fyrsta til at lyfta Nations League steypið. Frysta bríksl er klokkan 19.45. Dysturin kann síggjast á 6'aranum.
Fótbóltur
Nations League: Spennandi finala í væntu
Ongland vann dystin um bronsuna eftir brotsspørk. Í kvøld er tað gullið, ið er uppá spæl í Porto, tá Portugal og Holland hittast.
Ronaldo kann í kvøld lyfta Nations League steypið í Porto, um Portugal vinnur á Hollandi (Mynd: EPA)
2019-06-09 16:56
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald