Eins og í undanfarnu dystunum millum liðini gjørdist talan um ein ógvuliga tættan og inntensan dyst. Spenningurin helt sær til heilt ímóti endanum og fullsetta høllin kókaði. Málini vóru ikki tey heilt nógvu, men tað varð givið alt í tvídystunum, og verjunar og málverjarnir stóðu væl.
Kyndil hevði yvirvágina eina løtu í 1. hálvleiki og kom uppá 7-5. Neistin svaraði síðani aftur og skoraði fýra mál á rað. Tá liðini fóru til hálvleiks var púra javnt. Í byrjani hevði Nicholas Satchwell nakrar góðar bjargingar, men sum hálvleikurin leið gjørdi hin landsliðsmálverjin vart við seg; Tórur S. Guttesen fekk serliga pilkað fleiri skot frá Høgna Zachariassen.
Tað gekk til tíðir rímiliga hart fyri seg, og tíðliga í seinna hálvleiki fekk sterki strikuleikarin hjá Kyndli, Rògvi Dal-Christiansen, sína triðju útvísing og harvið reytt kort. Eftir at liðini fylgdust eina løtu tók Neistin eitt sindur yvir, og Kyndil kom ongantíð á odda aftur
Sí myndir frá dystinum her
Álopsspælið hjá Kyndli gekk striltið. Teir í grønum koyrdu long álop, har ferðin ikki var so høg. David Edvardsen var tryggur uppá brotskast, og hetta gjørdi mun. Tórður hevði fleiri stórbjarginar í 2. hálvleiki, og tá Neistin eisini gjørdi nakrar tekniskar villur, helt Kyndil sambandið og kom uppá javnleik, tá fimm minuttir vóru eftir.
Neistin skoraði síðani uppá tvey góð skot útifrá, áðrenn Kyndil minkaði. Síðani kom eitt reytt kort afturat. Tað var eftir, at Rasmus Søby rakti Tórða í høvdið - málverjin gjørdist óður og skumpaði danska skjúttan niður. Eftir ráðføring við dómaraborðið fekk málvejrin beinleiðis reytt kort. Neistin gjørdi sær dælt av hesum. Søby og Dánjal Ragnarsson gingu á odda við málskjótingini seinastu minuttirnar, og teir í bláum vunnu við einum málið. Eins og í steypafinaluni koppaði Neistin grannunum, har munurin var so lítil sum gjørligt, og grønu leguni er vónbrotið heilt sikkurt ógvuliga stórt, eftir at teir góvu alt og vóru so nær við.
Fyrr í kvøld spældi H71 seg í finaluna við tryggum sigri á VÍF. Harvið verður tað ein endurtøka av FM-finalunum í fjør. Kyndil skal spæla móti VÍF um bronsuheiðursmerkini.
Neistin - Kyndil 21-20 (10-10)
Danirnir á liðunum, Rasmus og David, gjørdust toppskjúttar við seks málum hvør
Hondbóltur
Neistin spældi seg í finaluna eftir enn eina dramatiska grannauppgerð
Eitt mál skilti partarnar eftir høgan inntensitet, so nógvan spenning sum gjørligt og tvey reyð kort.
Mynd: Jens Kr. Vang
2019-03-27 22:00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald