Hondbóltur

Neistin vann stórt á StÍF í fjórðingsfinaluni

Heimaliðið skoraði heili 40 ferðir í Høllini á Hálsi, og harvið er greitt at talan verður um grannauppgerð í hálvfinalunum. Fyrstu hálvfinalurnar eru á skránni mikuvkøldið.

Maria Pálsdóttir Nólsoy var flúgvandi við tíggju málum í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Maria Pálsdóttir Nólsoy var flúgvandi við tíggju málum í dag (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2023-04-16 23:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað varð ikki væntað, at StÍF fór at gera nógv við Neistan í fjórðingsfinaluni á Hálsi í dag. 23 stig skildu liðini í grundspælinum, og Neistin vann teir tríggjar innanhýsis dystirnar við samanlagt næstan 50 málum.

At StÍF millum annað er uttan Guðrið Ellingsgaard og Eyðbjørg Kallsberg hjálpti heldur ikki, og eftir tíggju minuttir í dag var munurin longu seks mál, og hevði Neistin skorað tíggju ferðir.

Samanlagt kom Neistin uppá 40 mál. Maria Pálsdóttir Nólsoy var stóri spælarin við tíggju málum, men nógvar aðrar vildu eisini verða við, og áhugavert var millum annað at síggja royndu Marjun Danberg við seks málum.

Fyri StÍF hjálpti tað væl, at Rebekka Justinussen skoraði 13 mál. Hon hevur havt eitt kappingarár - eitt kappingarár sum nú er av. Neistin fer trygt víðari eftir sigur á 16 mál í fjórðingsfinaluni.

Í hálvfinalunum skal Neistin spæla móti grønu grannunum. Fyrsta hálvfinalan móti Kyndli verður mikukvøldið klokkan 20. Nummar tvey, og tann møguliga avgerandi, verður í Høllini á Hálsi um eina viku. Spælt verður best av trimum.

Stjørnan og H71 skulu spæla um hitt finaluplássið. Fyrsti dysturin verður í KÍ-høllini mikukvøldið klokkan 18.30. Portalurin verður til staðar til hálvfinalurnar og hevur ymiskt tilfar um tær.

FM-fjórðingsfinalur í SMS-deildini

Í dag, sunnudagin 16. apríl
Neistin  - StÍF 40-24 (23-12)

Toppskjúttar:
Rebekka Justinussen 13 mál, Maria Pálsdóttir Nólsoy 10 mál  
Sí dómaraseðil her

Í gjár, leygardagin 15. aprí
l
Stjørnan - VÍF 30-25 (15-12)

Toppskjúttar: Fríða Nolsøe Olsen 11 mál, Tóra Eliasen 10 mál, Sonja Sirdal á Bergi 9 mál
Sí dómaraseðil
her

Sí eisini: 
Stjørnan sigraði í fjórðingsfinaluni
Myndir: Stjørnan - VÍF

Sí eisini samrøður: 
Tóra Eliasen: - Orkan og skjótleikin hjá okkum gjørdu munin
Ingi Olsen: - Verjan hjá okkum verður hálað sundur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder