Hondbóltur

Stjørnan sigraði í fjórðingsfinaluni

Fimm-máls sigurin á VÍF í dag merkir, at liðið úr Klaksvík skal spæla hálvfinalur - helst móti H71.Talan var um ein ferðmiklan dyst, har fysikkurin hjá Stjørnuni gjørdi mun.

Stórur fagnaður á teimum reyðkløddu eftir seinasta bríksl. Durita Ljósstein Johansen og Malene Madsen, sum her hálvsfevnast, vóru stinnar í miðverjuni (Mynd: Sverri Egholm)

Stórur fagnaður á teimum reyðkløddu eftir seinasta bríksl. Durita Ljósstein Johansen og Malene Madsen, sum her hálvsfevnast, vóru stinnar í miðverjuni (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-15 18:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan var um eina ferðmikla og inntensa fjórðingsfinalu í KÍ-høllini, har VÍF vitjaði. Bæði liðini løgdu nógv fyri fyrstu løtuna, og tað leikaði javnt á meginpartin av fyrra hálvleiki.

Serliga var tað eyðmerkt, at Stjørnan fekk eina rúgvu av brotskøstum fyrstu løtuna. Tað var Sonja Sirdal á Bergi, sum vann tey flestu av teimum. Landsliðsspælarin var serliga eyðsýnd í fyrra hálvleiki, har hon av høgra bakki gav VÍF høvuðbrýggj: Sonja hevur ógvuliga skjótar føtur og gott spæskil, og tað gav eisini nógv mál: Samanlagt skoraði Sonja hon níggju mál.

Brotskøstini hjá Stjørnini góvu ikki nógv mál. Viviann Petersen var sera stinn og hevði royndi málverjin yvir 15 bjargingar samanlagt - fimm av teimum vóru uppá brotskøst, og Viviann var eisini sterk uppá skotini frá vonginum.

VÍF hekk væl í fyrstu stóru tjúgu minuttirnar og var eisini á odda eitt skifti, men so fekk Stjørnan nógv skjót mál stutt fyri steðgin. Heimaliðið var effektivt og hevði fingið Tóru Eliasen í gongd. Skjóta og kraftmikla nummar 7 hjá Stjørnuni kravdi nógv uppmerksemi frá VÍF, ið royndi ymsar loysnir gjøgnum dystin - Agnas Funn var álopskend á 2’arinum fyrstu løtuna, Durita Christophersen Jojic var beinleiðis yvirfyri henni, og Rannvá Olsen mansvardi Tóru størsta partin av seinna hálvleiki.

[object Object]
Tóra Eliasen í einum av sínum góðu gjøgnumbrotum. Hon var til tíðir flúgvandi, hóast VÍF hevði sjóneukuna á at forða henni (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]
Miðverjan hjá Stjørnuni (Mynd: Sverri Egholm)

Einki av hesum riggaði serliga væl, og tað ásannaði Ingi Olsen eisini eftir dystin. Tóra var flúgvandi til tíðir og skoraði serliga eftir gjøgnumbrot. Aðrar tóku eisini ábyrgd, og samanlagt gjørdist sterki verjuparturin hjá Stjørnuni eisini avgerandi. Eftir byrjanartrupulleikar fingu tær í reyðum tað at hanga saman, og vóru tær ágangandi og sum heild stinnar. Miðverjan við høgu og sterku Duritu Ljósstein Johansen og Malene Madsen riggaði væl, og gav hetta teimum í gulum og bláum høvuðbrýggj. Danski málverjin Ditte Sørensen stóð eisini heilt væl eftir steðgin.

Stjørnan var á odda við trimum í stegðinum og økti skjótt í seinna hálvleiki. VÍF stríddist væl víðari: Viviann hevði framvegis hevði góðar bjargingar, unga Fríða Nolsøe Olsen skoraði eina rúgvu av málum av bakkinum, og munurin kom niður á trý mál aftur. Sigurin hjá Stjørnuni kom tó ongantíð av álvara í vanda, og tað endaði - hóskandi - við máli frá Tóru Eliasen, og 30-25.

Kappingarárið hjá vestmannakvinnum er av - Stjørnan skal skjótt spæla hálvfinalur. Um Neistin sum væntað vinnur á StÍF í hinari fjórðingsfinaluni í morgin, verður mótstøðuliðið hjá Stjørnuni H71. Annars er tað Kyndil.

Sí dómaraseðil

FM-fjórðingsfinalur í SMS-deildini

Í dag, leygardagin 15. apríl
Stjørnan - VÍF 30-25 (15-12)

Toppskjúttar: Fríða Nolsøe Olsen 11 mál, Tóra Eliasen 10 mál, Sonja Sirdal á Bergi 9 mál

Í morgin, sunnudagin 16. apríl

15.00: Neistin  - StÍF 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder