Eins og í Kollafiriði hóskvøldið byrjaði Neistin betri, tá KÍF vitjaði í seinnu hálvfinaluni í kvøld. Heimaliðið spældi væl og fekk serliga verjupartin at eydnast sera væl. Kollfirðingar høvdu trupult við at koma framvið bláa múrinum, og tá tað eydnaðist var Nicholas Satchwell ofta til reiðar í málinum. Neistin hevði tað mesta av fyrra hálvleiki eina leiðslu uppá 4-5 mál, og KÍF megnaði ikki heilt at koma tætt – til tað var álopsspælið og stirvið, og Søby, Kragesteen og hinir ov dugnaligir.
Myndir: Neistin - KÍF
Tað gjørdist ongantíð heilt spennandi í Stórhøllini. Til tað var oddaliðið í landskappingini ov sterkt. Í Kollafirði hóskvøldið gjørdi KÍF bart í seinna hálvleiki, men í kvøld fekk Neistin forða fyri einum comebakki. Heimaliðið fekk hildið Hans Eli Sigurbjørnsson og hinum í reyðum niðri, og langt áðrenn seinasta bríksl tyktist tað greitt, at Neistin fór at koma aftur í steypafinaluna.
Les eisini: Havnarfinala hjá monnum
Tá tað gjørdist ein sannroynd, var stór frøi á mongu heimaáskoðarunum, ið nú kunnu síggja fram til eina steypafinalu í somu høll leygardagin. Seinast Neistin var í steypafinaluni, var í 2016, tá liðið tapti ímóti KÍF. Frá 2009 til 2012 vann Neistin fýra steypafinalur á rað; tvær tær fyrstu av teimum vóru ímóti Kyndli. Liðið hjá Jeppe Borch hevur framvegis møguleika at vinna bæði steypini, meðan KÍF, ið stríddist væl, noyðist at ásanna, at ein góður hálvleikur í tveimum hálvfinalum ikki er nóg mikið til at røkka steypafinaluni. Nú er fokus hjá kollfirðingum at røkka top fýra í Okkara-deildini.
Neistin – KÍF 27-21(14-9) - Samanlagt ein sigur uppá seks mál til Neistan
Toppskjúttar: Høgni Zachariassen og Hans Eli Sigurbjørnsson 6 mál
Les eisini: Kyndil omaná eftir undirhaldandi og inntensar dystir
Fótbóltur
Neistin víðari til finaluna eftir uppibornan sigur
Kollfirðingar megnaðu ikki heilt at fylgja við Neistanum á Hálsi í kvøld.
Neistamenn kundu fegnast eftir seinasta bríksl í seinnu hálvfinaluni ímóti KÍF (Mynd: Sverri Egholm)
2019-02-17 20:06
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald