Fýra ungir føroyskir skúlanæmingar hava í dag gjørt bart í stórari kapping innan íverksetan í Kolding. Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen - saman NEXUM - vunnu SkúlaFM fyrr í ár, og nú er tey best millum elstu fólkaskúlaflokkarnar í kongaríkinum á økinum.
25 hugskot vóru uppá tal - 23 bólkar úr Danmark, ein úr Føroyum og ein úr Grønlandi - og har var tað føroyska tað allarbesta. Nexum vil betra um møguleikarnar hjá ungum á arbeiðsmarknaðinum.
Fyrst varð "pitch'a" fyri dómarunum í sínum bási, og tey fýra úr Runavíkar Kommunuskúla vóru millum teir fýra bólkarnar, ið vunnu seg í finaluna. Har skuldi so leggjast fram fyri øllum av høvuðspallinum. Hetta má sigast at eydnast væl hjá føroyska bólkinum.
Íverksetarahúsið skrivar soleiðis um flotta avrikið:
Eftir ein spennandi og hendingaríkan dag í Kolding, bleiv úrslitið at NEXUM fekk eitt flott 1. pláss.
Í alt 25 bólkar úr Danmark, Føroyum og Grønlandi luttóku. Talan var um næmingar úr 8. - 10. flokki
Bólkurin NEXUM, hevur ment eitt hugskot til eina app, ið skal gera tað lættari fyri ung og arbeiðisgevarar at finna hvønn annan.
NEXUM eru næmingar frá Runavíkar Kommunuskúla og stovnararnir eru; Luna Klein Joensen, Petra Jonhardsdóttir Geyti, Miriam Bogadóttir Brekku og Leivur Lassen. Lærarar hjá teimum eru Súsanna Jórunardóttir Brekku og Fróði Hansen.
Sum grundgeving legði danska dómsnevndin millum annað dent á, at NEXUM, við sínum hugskoti, megnar at hjálpa ungum at fóta sær á arbeiðsmarknaðinum. Harumframt at stuðla undir, at øll nú hava møguleika at verða við á jøvnum føti.
Rættað: 15.04
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald