Fótbóltur

Niðurlond og Ukraina stóðu fyri besta dystinum higartil

Øll fimm málini í Amsterdam komu í seinna hálvleiki, har heimaliðið kom á odda 2-0 men ikki fekk avgerandi málið fyrrenn fimm minuttir áðrenn leiklok. Tað var undirhaldandi so at siga allan vegin - Eysturriki vann á Norðurmakedónia fyrr í kvøld.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-06-14 00:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

EM-dagurin byrjaði við, at Ongland vann 1-0 á Kroatia á Wembley. Gjøgnum dagin hevur støðan viðvíkjandi Christian Eriksen fylt nógv í miðlunum og tonkunum hjá mongum kring Evropa, og tað vóru eisini heilsarnir til Eriksen at síggja í Bukarest og Amsterdam í kvøld.

Les eisini: Sterling tryggjaði Onglandi eina góða byrjan

Í Bukarest varð søga skrivað, tá Norðurmakedónia spældi sín fyrsta dyst í einum endaspæli, og søga varð skrivað tá liðformaðurin Goran Pandev skoraði til 1-1 eftir ógvuliga klossut verjuspæl hjá Eysturríki. Favorittarnir høvdu lagt seg á odda tíggju minuttir frammanundan, men 50 minuttir eftir 1-1 málið sá tað út sum ein javnleikur, men so var innskifti Micheal Gregoritsch til reiðar, og skoraði til 2-1, tá norðurmakedónski málverjin gjørdi eitt mistak. Tíggju minuttir seinni økti ein annar innskiftari - Marko Arnautovic: Trý mál og trý stig til Eysturríki.

[object Object]Micheal Gregoritsch heiðraði danska leikaranum við einari t-shirt við áskriftini “Eriksen Stay Strong” (Mynd: EPA)

[object Object]Fjeppari hjá niðurlendska landsliðnum við beinleiðis heilsan til Christian Eriksen. Dysturin í kvøld varð spældur á gamla heimavøllinum hjá dananum (Mynd: EPA)

Hitt favorittliðið í bólki C vann eisini sín dyst í kvøld. Tað er eingin ivi um, at dysturin á Johann Cruyff Arena er tann besti, ið higartil hevur verið spældur í endaspælinum. Niðurlond spældi góðan fótbólt, við liðformanninun Gini Winjaldum og Frenkie De Jong í maskinrúminum sum oddamonnum. Winjaldum, ið nú skiftur Liverpool út við PSG, kom fram til nakrar góðar málmøguleikar í fyrra hálvleiki, og tað var miðvallarin, ið legði heimaliðið á odda í 52. minutti við góðum skoti. Seks minuttir seinni økti høgi áleyparin Wout Weghorst úr Wolfsburg við heldur buldrutum máli.

Niðurlond var greitt omaná hesa fyrri løtuna fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, og hóast liðið hjá Frank de Boer eisini var betri fyri stegðin, so hótti Ukraina væl í fyrra hálvleiki. Liðið hjá Shevchenko sá eina løtu eftir 2-0 málið út til at vera úti av dystinum, og tað luktaði meira av 3-0, tí Niðurlond sprutlaðu.

Men tá eitt korter var eftir, tók dysturin eina brádliga vend. Andrei Yarmolenko fekk bóltin eitt sindur til høgru. Liðformaðurin tók eitt trekk nakað inn í vøllin og úr áleið 25 metrum og smekkaði bóltin upp í longra málhorn. Eitt framúr mál. So var av álvara spennandi, og bert fýra minuttir seinni stútaði áleyparin Roman Yaremchuk bóltin væl í málið eftir gott frísparksinnlegg úr vinstru.

2-2 og ein lítil skelkur fyri tey flestu av teimum áleið 12.000 á Johann Cruyff Arena, ið annars høvdu larma heilt nógv. Tey brølaðu aftur seks minuttir seinni, tí heimaliðið risti skelkin av sær, og innskifti Aké fann høgra vongbakkin Dumfries, ið var komin inn í brotsteigin og stútaði væl, hóast ukrainski málverjin burdi gjørt tað betur. Talan var um fyrsta landsliðsmálið hjá Dumfries.

[object Object]Denzel Dumfries til 3-2 (Mynd: EPA)

Ein lætti hjá de Boer, ið hevur verið fyri nógvum atfinningum fyri at nýta 3-5-2 leikskipan ístaðin fyri tí klassisku hollendsku 4-3-3, og fyri hyggjarar var hesin dysturin ein fragd fyri eyga - tó ikki til endans, um ein heldur við Ukraina.

Bólkur C

Sunnudagin 13.06

Bukarest

Eysturríki - Norðurmakedónia 3-1 (1-1)
18’ Stefan Lainer 1-0
28’ Goran Pandev 1-1
78’ Micheal Gregoritsch 2-1
89’ Marko Arnautovic 3-1

Amsterdam

Niðurlond - Ukraina 3-2 (0-0)
52’ Geroginio Winjaldum 1-0
58’ Wout Weghorst 2-0
75’  Andrei Yarmolenko 2-1
79’ Roman Yaremchuk 2-2
85’ Denzel Dumfries 3-2


placeholder
placeholder