Tað varð væntað, at tað fóru at vera nógvar broytingar á spanska liðnum til dystin móti Føroyum í Gijón í kvøld. Robert Moreno váttaði eisini fyri hesum á tíðindafundinum í gjár.
Moreno skal standa á odda fyri sínum fyrsta heimadysti sum høvuðsvenjari hjá Spania - her á tíðindafundinum í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Bert liðformaðurin Sergio Ramos, sum javnar metið hjá Iker Casilias fyri mest leiktar landsdystir (167), og áleyparin Rodrigo ganga aftur frá liðnum í Rumenia hóskvøldið. Tað er tó nógv góðska, ið kemur inn á liðið. Serliga kunnu nevnast Thaig (úr Bayer) á miðvøllinum, Carvajal (úr Real) á høgra bakki, De Gea (United) í málinum, Rodri og Suso (Milan) Tískil er talan um eitt sera sterkt spanskt lið, ið Føroyar møta í kvøld - hóast næstan alt liðið er skift út.
(Mynd: Sverri Egholm)
Spania (4-3-3):
David De Gea - Dani Carvajal, Sergio Ramos (L), Mario Hermoso, José Luis Gaya - Thiago Alcántara, Rodri, Dani Parejo - Suso, Rodrigo, Mikel Oyarzabal
Føroyar stilla uppá hendan hátt(5-4-1/3-4-3):
Gunnar Nielsen - Heini Vatnsdal, Atli Gregersen (L), Rógvi Baldvinsson - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Viljormur Davidsen - Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Andrasson Olsen - Jóannes Bjartalíð.
Dysturin byrjar klokkan 19.45. Vit hava beinleiðis dagfrøing av støðuni og málskjúttum á forsíðuni. Vit hava myndir og samandrátt av dystinum, og eftir seinasta bríksl fáa vit viðmerkingar. Kringvarpið vístir dystin, FM1 hevur beinleiðis frásøgn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald