Fótbóltur

Føroyar skulu royna at gera sum seinast í Gijón

Jens Kristian Hansen skoraði eitt frálíkt mál til 2-1 á El Molinón fyri næstan 22 árum síðani, tá stjørnurnar úr Barcelona og Real Madrd høvdu trupult við av álvara at seta føroyska liðið uppá pláss.

2019-09-08 15:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gijón, Spania (Portalurin) Spania hevur spælt tíggju skrásettar landsdystir á El Molnión leikvøllinum í Gijón. Sjey av teimum hava verið venjingardystir, men tann fyrst undankappingardysturin var ímóti Føroyum 11. oktober í 1997. Á vøllinum hendan dagin var ein rúgva av leikarum úr m.a Barcelona og Real Madrid: Zubizaretta, Sergi, Guardiola, tvífaldi málskjúttin Enrique, Hierro og Raul. 

Sí dómaraseðilin á FaroeSoccer
Sí málini her - málið hjá Jens Kristiani frá 2.28

Føroyar høvdu skorað tvær ferðir á Svangaskarði, tá Spania vitjaði árið fyri, og beint fyri hálvleik í Gijón fluktaði Jens Kristian Hansen bóltin í málið til 2-1. Sponsku miðlarnir spurdu áðrenn: "Hvussu nógv?", men liðið hjá Allan Simonsen stríddist sera væl, og dysturin varð ikki lukkaður fyrrenn í 83. minutti.

[object Object]
Jens Kristian Hansen í sínari landsliðstroyggju frá 1997 og tí hjá Fernando Hierro, sum í mong ár var liðformaður hjá Real Madrid. Føroyski verjuleikarin býtti um eftir 3-1 dystin - myndin er frá fyrr í ár (Mynd: Tróndur Arge)

Eftir greiða tapið fyri Svøríki hóskvøldið, skal føroyska liðið vísa aðrar taktir í dag. Hetta leggja teir dent á í føroysku leguni. Uppgávan verður als ikki lættari, men føroyingar hava nakað at prógva í kvøld, tá arbeiðast skal ímóti spanska yvirveldinum. 

Sí eisini: Lars Olsen: -Skulu reisa okkum eftir ein ræðuligan dyst
               Hallur Hansson: Trýst á okkum at levera

Spania vann 4-1 á Tòrsvølli í juni, og tey flestu væntað ein størri sigur hesaferð. Hetta vildu spaniólar ikki heilt tosa um á tíðindafundinum í gjár. Spanska liðið er ikki heiilt á sama støði, sum fyri nøkrum árum síðani, men hetta er framvegis eitt lið, ið er millum tey bestu í heiminum. Spania hevur fult stigatal fyri fimm dystir í bólki F - Føroyar hava einki.

Les eisini: Virðing fyri Føroyum

[object Object]
Isco úr Real Madrid er ikki við hesaferð, men spaniólar fara helst at hava bóltin allarstørsta partin av tíðini í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Spaniólar fara at gera fleiri broytingar á liðnum í mun til dystin í Rumenia hósvkøldið. Lars Olsen og Jóannes Jakobsen og hava gjørt tríggjar broytingar, hvat manning viðvíkur, og hava broytt leikskipan til eina 5-4-1/3-4-3: 

Gunnar Nielsen - Heini Vatnsdal, Atli Gregersen (L), Rógvi Baldvinsson - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Viljormur Davidsen - Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Andrasson Olsen - Jóannes Bjartalíð.

Les meira: Bjartalíð: -Við frá byrjan fyri fyrstu ferð

[object Object]
Atli Gregersen og hinir føroyingarnir eru til reiðar í Gijón (Mynd: Sverri Egholm)

Dysturin er klokkan 20:45 lokala tíð - 19.45 føroyska. Væntandi verða umleið 22.000 áskoðarar til dystin - 50 føroyskir. Vit hava beinleiðis dagfrøing av støðuni og málskjúttum á forsíðuni. Vit hava myndir og samandrátt av dystinum, og eftir seinasta bríksl fáa vit viðmerkingar. Kringvarpið vístir dystin, FM1 hevur beinleiðis frásøgn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder