Fótbóltur

Bjartalíð við frá byrjan fyri fyrstu ferð

Leikskipanin er broytt, og tríggjar broytingar eru í føroysku byrjunaruppstillinini í mun til dystin móti Svøríki. Klæmint Andrasson Olsen er aftur á liðnum, og Heini Vatnsdal byrjar hesaferð inni.

Jóannes Bjartalíð - her í viðtalu við Portalin eftir sínar fyrstu minuttir á landsliðnum, ið hann fekk hóskvøldið

Jóannes Bjartalíð - her í viðtalu við Portalin eftir sínar fyrstu minuttir á landsliðnum, ið hann fekk hóskvøldið

2019-09-08 12:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gijón, Spania (Portalurin) - Í kvøld klokkan 19.45 tekur Spania ímóti Føroyum á Estadio El Molinón.

Nú er greitt, at Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava gjørt tríggjar broytingar í byrjunaruppstillingini, í mun til dystin móti Svøríki á Tórsvølli hósdagin.

[object Object]
Lars Olsen hevur flutt eitt sindur runt uppá brikkarnar - her til venjingin í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Tá taptu Føroyar 4-0. Greitt var longu hóskvøldið, at leikskipanin fór at vera ørvísi í kvøld - spurningurin var bara, hvøjrar broytingar fóru at vera viðvíkjandi manning. 
[object Object]Hørður Askham á høkjum eftir sína landsliðsdebut - her í viðtalu við Kringvarpið eftir dystin (Mynd: Sverri Egholm) 

Hørður Askham kom ikki við til Spania, orsakað av skaðanum ið hann fekk til seinast í dystinum á Tórsvølli. Gilli Rólantsson fór úr føroyska hópinum hósdagin á middagi, tá tað gjørdist greitt, at hann ikki kundi spæla í komandi dystunum orsakað av sparkinum, ið hann fekk í høvdið í dysti fyri Brann fyri viku síðani.

Hørdur framvegis á høkjum


Føroyska liðið móti Spania: 

Gunnar Nielsen - Heini Vatnsdal, Atli Gregersen (L), Rógvi Baldvinsson - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Viljormur Davidsen - Jóan Símun Edmundsson, Klæmint Andrasson Olsen - Jóannes Bjartalíð.

Hetta er tá Føroyar hava bóltin og eru í álopsstøðu - ein 3-4-3. Hetta fer helst ikki at vera so nógv, tí Spania er eitt sera bólttrygt og álopskent lið við nógvari góðsku. Tá Føroyar eru í verjustøðu verða Sølvi, ið er valdur sum høgri vongbakkur, og Viljormur trektir aftur, so tað gerst ein verjuketa við 5-leikarum. Jóan Símun, ið hesaferð ikki er fremsti maður, og heilt nýggi maðurin í byrjunaruppstillini, Jóannes Bjartalíð, koma aftur í eina fýra-ketu á miðvøllinum.

[object Object]
Føroyska liðið helt nullið í 2. hálvleiki hóskvøldið við Heina Vatnsdal í miðverjuni. (Mynd: Sverri Egholm) 

Heini Vatnsdal og Jóannes Bjartalíð gjørdu tað báðir væl, tá teir komu inn hóskvøldið. Klæmint Andrasson Olsen byrjaði inni báðar dystirnar í juni, tá Jóan Símun var skaddur. Toftamaðurin Ì Bielefeld hevur enn ávísar trupulleikar við knænum men er í kvøld við frá byrjan saman við Klæminti, ið hevur skorað 24 mál í Betrideildini í ár, og sum skoraði seinast móti Spania. 

[object Object]Klæmint Andrasson Olsen skoraði móti Kepa á Tórsvølli í juni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Umframt Hørð, eru Árni Frederiksberg og Rene Shaki Joensen ikki millum teir fyrstu ellivu hesaferð.

[object Object]Árni Frederiksberg byrjaði inni móti Spania seinast og móti Svøríki hóskvøldið - í kvøld verður hann á bonkinum frá byrjan (Mynd: Jens Kr. Vang)

Eykaleikarar eru Kristian Joensen, Teitur Matras Gestsson, Andreas Eriksen, Magnus Egilsson, Kaj Leo í Bartalsstovu, Rene Shaki Joensen, Árni Frederiksberg, Meinhard Olsen og Patrik Johannesen.

Dysturin er klokkan 20:45 lokala tíð. Væntandi verða umleið 22.000 áskoðarar til dystin. Vit hava beinleiðis dagfrøing av støðuni og málskjúttum á forsíðuni. Vit hava myndir og samandrátt av dystinum, og eftir seinasta bríksl fáa vit viðmerkingar. Kringvarpið vístir dystin, FM1 hevur beinleiðis frásøgn.

Í 1997 spældu Spania og Føroyar undankappingardyst á júst sama leikvølli. Tá gjørdist úrslitið 3-1 til spaniólar. Jens Kristian Hansen skoraði fyri Føroyar, tá hann beint fyri hálvleik minkaði um munin til 2-1 við frálíkum máli. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder