Oyggjaleikir 2023

Nikkel Petersen vann gull til Føroyar

Head to Head kappingar vóru í bogaskjóting í dag.

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2023-07-12 17:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt heiðursmerki, og tað var av gyltasta slag, kom á bogaskjótibreytini í Guernsey í dag.

Í dag var ‘Head to head knockout scedule” á skránni í bæði compound og recurve fyri bæði kvinnur og menn.

Her verða bogaskjúttarnir paraðir, so teir skjóta hvør móti øðrum til bert tveir eru eftir í finaluni um gullið.

Og í compound kom Nikkel Petersen allan vegin ígjøgnum og vann gull.

Tað var bara Sámuel Petersen, sum skuldi í dyst í fyrsta umfari, 16-partsfinalunum. Hann vann sera tepurt, 124-123, móti einum skjútta úr Orknoyggjum. Hinir tríggir komu víðari uttan dyst.

Í áttandapartsfinalunum vann Nikkel Petersen 133-120 á einum Guernseybúgva og Jóannes Poulsen 137-126 somuleiðis móti einum Guernseybúgva, meðan Sámuel Petersen tapti 116-132 móti einum manbúgva og Jógvan Niclasen tapti 126-130 móti einum av Jersey.

Í fjórðingsfinalunum vann Nikkel 135-131 móti einum manbúgva, meðan Jóannes mátti lúta móti einum øðrum manbúgva, 137-140.

Í semifinaluni vann Nikkel 135-131 á einum skjútta av Guernsey og í finaluni vann hann 135-130 móti Rhys Moore av Manoy, sum harvið fekk silvur, meðan Francisco Rocha av Jersey vann bronsufinaluna.

Í compound fyri kvinnur vann Helena við Misá í áttandapartsfinaluni 114-104 á einum skjútta frá Orknoyggjum, meðan Rakul Dam tapti 109-125 móti skjútta av Guernsey.

Fjórðingsfinalan gjørdist endastøðun hjá Helenu, sum tapti 134-99 móti Lucy O’Sullivan, sum loksins vann gullið.

Í recurve vann Sólgerð Henriksen fyrst 7-1 móti skjútta av Falklandsoyggjum, men tapti so í fjórðingsfinaluni 5-7 á einum skjútta av Guernsey.

Hjá monnunum komu tríggir av skjúttunum trygt víðari frá fyrsta umfari við at vinna sínar dystir 6-0. Absalon Hansen fekk harðari mótstøðu, og tapti 4-6 móti einum álendingi.

Í áttandapartsfinaluni hendi tað, at føroyingar hittust móti hvørjum øðrum. Bárður Magnusson vann 6-2 á Hans Petur Højgaard. Hans Bogi Ellefsen vann 6-2 móti einum Menorca-búgva.

Fjórðingsfinalurnar gjørdust endastøð hjá føroyingunum, sum vóru eftir. Bárður tapri 3-7 móti einum frá Guernsey og Hans Bogi Ellefsen tapti greitt 0-6 móti William Chater av Falklandsoyggjum, sum fekk silvur í kappingini.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder