Samstundis sum danska kvinnulandsliðð fyrireikar seg til HM-hálvfinalu í Spania varð danska manslandslandsliðið til EM-endaspælið, sum verður í Ungarn og Slovakia í januar, úttikið.
Hesir tjúgu leikararnir skulu við:
Málverjar: Niklas Landin (Kiel), Kevin Møller (Flensburg-Handewitt), Jannick Green (Magdeburg)
Vengur: Magnus Landin (Kiel), Emil Jakobsen (Flensburg-Handewitt), Lasse Svan (Flensburg-Handewitt), Johan Hansen (Hannover-Burgdorf).
Strikurspælarar: Magnus Saugstrup (Magdeburg), Simon Hald (Flensburg-Handewitt), Henrik Toft Hansen (PSG), Rene Antonsen (Aalborg)
Bakkar/verjuleikarar: Jacob Holm (Füchse Berlin), Mads Mensah (Flensburg-Handewitt), Rasmus Lauge (Veszprem), Mikkel Hansen (PSG), Lasse Andersson (Füchse Berlin), Henrik Møllgaard (Aalborg), Mathias Gidsel (GOG), Niclas Kirkeløkke (Rhein-Neckar Löwen), Aaron Mensing (Flensburg-Handewitt)
16 leikarar verða í hvørjum dystarhópi
Heili fjúrtan av leikarunum spæla til dagliga í týskum hondbólti; millum annð Jóhan á Plógv Hansen, Aaron Mensing, ið hevur bæði danskan og týskan ríkisborgararætt, og sum skal við til sítt fyrsta endaspæl, Jannick Green, sum týskvøldið kom inn og gjørdi stóran mun fyri týska oddaliðið í evropeiskum dysti móti Eliasi á Skipagøtu og Sävehof, og sum ikki hevur verið við til seinastu endaspælini, tí Kevin Møller og Emil Nielsen hava staðið frammanfyri
Niklas Landin er sjálvandi framvegis fyrstaval, og hann og Mikkel Hansen og onnur kend nøvn eru við, og so er Rasmus Lauge, ið hevur sitið heima, tá tey seinastu endaspælini hava verið leikt, orsakað av álvarsligum knæskaða, við aftur og skal spæla EM í landinum, har hann til dagliga spælir hondbólt. Tann eina "síðan av kappingini" verður leikt í Ungarn, og tað verða hálvfinalur og finalur eisini.
Nikolaj Jacobsen hevur nú tikið endaligu avgerðina um hópin til endaspælið, ið byrjar um minni enn ein mánaða (Mynd: Sverri Egholm)
Danmark hevur vunnið tvey tey seinastu HM-endaspølini - á heimavølli í 2019 og í Egyptalandi í januar, og Nikolaj Jacobsen leiddi eisini liðið til OL-finaluna í Tokyo, har Frakland tó var omaná. Í seinasta EM-endaspælinum gekk tó minni væl - í roynd og veru heilt illa, tí danir noyddust yvirum um Oyrasundsbrúnna eftir bólkaspælið í Svøríki í januar 2020.
Danmark er bólki saman við Montenegro, Norðurmakedónia og Ungarn. Byrjað verður móti Montengro, ið danir taptu ímóti á útivølli í 2018 - stutt eftir at Føroyar høvdu spælt javnleik - 13. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald