Tað var stórur spenningur undan finaluni í Gæðingakeppni á NM í gonguløgum, ið var hildin í Herning í Danmark farna vikuskiftið. Tað var heldur ikki uttan orsøk, tí fyri fyrstu ferð skuldi eitt ross úr Føroyum verja eitt NM-heitið.
Talan var um Knút Lútzen og hestin Kára frá Ásbrú ið sum kunnugt vunnu NM á Álandi í 2022. Føroyska legan var tó fullgreið um, at hetta at verja NM-heitið, var ein torfør uppgáva, tí kappast skuldi ímóti frægastu rossum og reiðfólkum í norðurlondum.
Tað bar úrslitið í innleiðandi umfarinum eisini boð um. Har gjørdist teir báðir nummar fýra, men munurin var lítil millum tey fremstu rossini. Finalan byrjaði ikki gott hjá teimum báðum. Aftaná fyrstu stakgreinina lógu teir aftarlaga, men við einum sera góðum endaspurti so megnaðu Knút Lútzen og Kári frá Ásbrú at vinna seg upp á eitt sera flott silvurheiðurspláss.
So hóast tað ikki eyðnaðist at endurvinna NM-heitið, so er hetta prógv um at NM-heitið á Álandi ikki var av tilvild, og at Knút Lútzen og Kári frá Ásbrú, nú av álvara hava vunnið sær sess millum tey allarbestu í norðurlondum.
Rísamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald