Fótbóltur

Nógv uppá spæl hjá United og Chelsea í kvøld

Seinasta áttandapartsfinalan í FA Cup verður leikt í London í kvøld, og talan er um størstu uppgerðina í umfarinum.

2019-02-18 15:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í kvøld er seinasti dysturin í 5. umfari í FA Cup, har seinasta liðið í fjórðingsfinaluni verður funnið. Talan er um stórdyst; Manchester United vitjar Chelsea á Stamford Brigde. 

Higartil hava fimm Premier League feløg, og tvey lið úr The Championship spælt seg víðari. Manchester City er favorittur at vinna kappingina, og vinnarin av dystinum í kvøld gerst næststørsti favoritturin. Liðini hava seinastu trý árini verið í finaluni tvær ferðir hvør. United vann í 2016 men tapti í fjør fyri júst Chelsea. 

Fyri bæði liðini er FA Cup ein góður møguleiki at tryggja sær eitt steyp í ár. Chelsea er eisini í finaluni í Carabao Cup. Tann finalan verður komandi vikuskifti ímóti City. Liðið hjá Maurizio Sarri er ein av stórfavorittunum at vinna Europa League. Fyri United er hetta klárt besti, og tann einasti realistiski møguleikin, at vinna nakað í ár. 

Chelsea og Manchester United leiktu ein undirhaldandi dyst á Stamford Bridge í Premier League í oktober, tá Chelsea javnaði til 2-2 í 96. minutti. Nú eru bæði liðini undir trýsti og skulu prógva nakað. Tey stríðast fyri at koma í topp-fýra í Premier League, og hava seianstu dagarnar havt stór vónbrot. Chelsea var eyðmýkt á útivølli ímóti Manchester City fyri átta døgum síðani, og PSG gav Solskjær og hansara monnum ein fótbóltslærdóm á Old Trafford týskvøldið.

United hava ávísar trupulleikar við skaðum í álopskenda partinum. Jesse Lingard og Anthony Martial eru úti í 2-3-vikur við vøddaskaðum.  Alexis Sanchez er ivasamur eftir samanstoyt við linjuverja

19.30: Chelsea - Manchester United (TV3 +/Viaplay) 


Úrslitini í 1/8-finalunum (5.umfari) í vikuskiftinum:


Fríggjakvøldið: 

QPR - Watford 0-1 (0-1)

Leygardagin:
Brighton - Derby 2-1 (2-0) 
Wimbledon - Millwall 0-1 (0-1)
Newport - Manchester City 1-4 (0-0)

Sunnudagin: 
Bristol City - Wolves 0-1 (0-1)
Doncaster - Crystal Palace 0-2 (0-2)
Swansea - Brentford 4-1 (0-1)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder