Jóan Símun Edmundsson, Gunnar Nielsen og Sonni Ragnar Nattestad hava allir verið profilar á A-landsliðnum í nøkur ár - Jóan Símun og Gunnar eina tíð longri enn Sonni Ragnar - men hesir brikkarnir hava Lars Olsen og Jóannes Jakobsen ikki at nýta í komandi EM-undankappingardystunum móti Spania og Norra. Allir eru darvaðir av skaða. Jákup Ludvig Thomsen gjørdist eisini skaddur stutt undan, at landsliðið skuldi samlast og ungi og spennandi áleyparin, ið byrjaði og skoraði á Malta í mars, noyddist at geva avboð.
Landsliðið hevur havt fýra venjingar seinastu dagarnar, og hóast René Shaki Joensen og Rógvi Badvinsson hava verið heldur ivasamir, so skrivar FSF í dag, at allir mans verða til reiðar til dystin. Tað eru 22 leikarar í hópinum, og spennandi verður hvussu Lars og Jóannes blanda kortini til stóru uppgávuna móti Spania.
Les eisini: Spanski hópurin kemur til Føroya í morgin
Gunnar Nielsen fekk sína debut í Íslandi fyri tíggju árum síðani, og eftir at hann spældi tríggjar dystir í komandi undankapping, gjørdist málverjin fastur maður í 2012 og hevur verið tað síðani. Tað mesta av tíðini hevur Teitur Matras Gestsson verið eykamálverji, og ársins málverji í fjør er favorittur at verja málið í komandi dystunum. Lars Olsen vildi ikki avdúka nakað um hetta í samrøðum við in.fo og Kringvarpið í dag, men tað tykist meira vist, at tað eru Kristian og Karstin, ið skulu verma bonkin.
(Rógvi Baldvinsson (t.h) og Heini Vatnsdal (t.v) tykast at kappast um plássið á verjukenda miðvøllinum; Jóan Símun Edmungsson (í miðjuni) er skaddur - Mynd: Sverri Egholm)
Verjuketan verður helst tann sama sum í dystunum í mars: Gilli Rólantsson Sørensen, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen. Her tykist tað ikki vera nakar ivi. Brandur Hendrikddson Olsen og Hallur Hansson verða á sentrala miðvøllinum, meðan Sølvi Vatnhamar byrjar helst til høgri. So er spurningurin um hini plássini. Rógvi Baldvinsson og Heini Vatnsdal kappast helst um verjukenda plássið sentralt á miðvøllinum; eitt pláss ið báðir hava roynt at røkt í seinastu dystirnar. René Shaki Joensen er eitt gott boð í vinstru síðu, um hann ikki verður spardur. Annars er ilt at siga: Av kandidatunum er Kaj Leo í Bartalsstovu tann mest royndi kantspælarin í landsliðshøpi í hópinum; Árni Frederiksberg og Meinhard Olsen eru eisini egnaðir at spæla á hesum plássi.
Les eisini: - Skulu fáa áskoðarnar á Tórsvolli at tíma at áhaldandi møta upp
Til fremsta plássið er toppskjúttin í Betrideildini favorittur. Klæmint Andrasson Olsen hevur framvegis sítt fyrsta landsliðsmál til góðar, men Patrik Johannesen kom við uppá avboð, og annars er eingin annars beinleðis áleypari í hópinum; Jóannes Bjartalíð er úttikin sum áleypari, men hann er helst ikki hugsaðir til plássið sum fremsti maður.
Føroyska liðið venur í morgin klokkan 10.30 á Tórsvølli.
Føroyski hópurin:
Teitur Matras Gestsson, HB
Karstin Hansen, Skála
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, Hamarkameratene (NOR)
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)
Magnus Egilsson, HB
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)
Andrias Høgnason Eriksen, B36
Heini Vatnsdal, Fremad Amager (DAN)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ÍSL)
Hallur Hansson, AC Horsens (DAN)
Brandur Hendriksson Olsen, FH Hafnarfjørður (ÍSL)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Kaj Leo í Bartalsstovu, Valur (ÍSL)
Árni Frederiksberg, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Meinhard Egilsson Olsen, Kristiansund BK (NOR)
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Patrik Johannesen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald