A-landsliðið við monnum hevur tveir HM-undankappingardystir á skránni á Tórsvølli næstu vikuna: Leygardagin 9. oktober er tað móti Eysturríki, og týsdagin 12. oktober koma skotar á vitjan.
Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinm skrivar, at tað er okkurt, ið bendir á, at tað verður fult kring vøllin til komandi dystir. Tí atgongumerkjasølan hevur gingið væl, og higartil eru 3.500 atgongumerki seld til landsdystin móti Eysturríki, og eini 3.700 til dystin móti Skotlandi.
Nú er møguleiki at hava útiáskoðarar aftur, og serliga skotar hava stóran áhuga fyri dystinum
- Úr Eysturríki frættist, at eini 300 áskoðarar koma við landsliðnum til Føroya, og úr Skotlandi eru boðini, at øll 550 atgongumerkini, ið skotar hava fingið, eru seld. Á Tórsvølli er pláss fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum, skrivar fsf.fo
Skansin og skotska fjepparafelagið, Tartan Army, fara týsdagin seinnapartin at spæla fjepparalandsdystin fyri at savna pening inn til Javna.
Atgongumerki til dystirnar fáast til keyps í Nethandilinum á fsf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald