Í gjár byrjaði millumumfarið - høvuðsumfarið - í EM endaspælinum í manshondbólti. Tríggir dystir vórðu leiktir í bólkinum sum er í Eysturríki, og Spania, Kroatia og Týskland sigraðu
Les eisini: Favorittarnir sigraðu
Í dag fer hitt millumumfarið í gongd, og tað verður roknað við, at her verður meira spenningur til tað seinasta. Hetta er eisini ein sera áhugaverdur bólkur at fylgja, um ein er norðurlendingur, tí Ísland, Noreg og Svøríki eru øll við.
Danmark megnaði ikki at koma við, og tað var millum annað Ungarn at takka, ið vann bólkin og sum harvið hevur tvey stig við sær. Tað hevur Noreg eisini, og hesi liðini bresta saman í Malmö í kvøld. Norðmenn vóru sannførandi í bólkaspælinum, og liðið hjá Christian Berge er størsti favoritturin at fara víðari úr bólkinum. Nú eru teir tó ikki heimavølli meira, og Ungarn er ein sera torfør uppgáva.
Sander Sagosen í dysti móti Svøríki í fjør. Hann er størsti lykilin til norska viðgongd í EM (Mynd: EPA)
Áðrenn Noreg og Ungarn fara á vøllin dystast triðja liðið sum hevur tvey stig við sær við Ísland. Slovenia vann allar dystirnar í sínum bólki - millum annað á Svøríki - og hevur eitt spennandi lið. Fyri íslendingar var 2. hálvleikur móti Ungarn í seinasta dystinum í bólkaspælinum eitt vónbrot. Liðið misti leiðsluna og tey tvey stigini á gólvið - nú skal uppreisn til, og tvey stig er næstan eitt krav í dag, um Ísland veruliga skal blanda seg uppí stríðið um hálvfinaluplássini.
Lukas Nilsson var ein leikarunum ið var á skeinkistaði í Malmö mikukvøldið. Í kvøld skal Svøríki dystast við Portugal í suðursvenska býnum (Mynd: EPA)
Tað er tað eisini hjá svensku vertunum, ið hava Portugal á dagsskránni. Upp til dystin hevur hondbólturin tó ikki fylt mest. Í gjárkvøldið varð avdúkað, at fýra svenskir leikarar vóru á skeinkistaði mikukvøldið uttan loyvi. Hetta hevur skapt nakað av órógv, men landið við flest gullheiðursmerkjum í EM-søguni skal nú savna seg um at røkka hálvfinalunum í Stokkhólmi.
Les meira: Fýra svenskir leikarar í býnum mikukvøldið
Bólkur 2:
Noreg 2
Slovenia 2
Ungarn 2
Ísland 0
Svøríki 0
Portugal 0
Í dag:
15.00: Slovenia - Ísland
17.15: Noreg - Ungarn
19.30: Portugal - Svøríki
Dystirnir kunnu síggjast á kanalunum hjá TV2 og á Tv2 Play. Eisini ber til at stroyma dystirnar á ehftv
Hondbóltur
Norðurlendsku londini skulu nú royna seg í millumumfarinum
Tað eru serliga Ísland og Svøríki, ið hava tørv á at vinna í dag. Noreg spælir toppdyst móti Ungarn.
(Mynd: EPA)
2020-01-17 13:28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald