Í gjár fór HM-endaspælið hjá monnum í gongd í Egyptalandi. Vertirnir løgdu út við dysti móti Kili, og tað endaði við tryggum heimasigri.
Les eisini: Vertirnir løgdu frá landi við tryggum sigri
Í dag eru heili sjey dystir á skránni í Egyptalandi. Tann fyrsti er júst liðugur. Talan varð um ein sera spennandi og góðan hondbóltsdyst, ið Russland og Hvítarussland stóðu fyri. Tey skoraðu 32 ferður í part, og harvið fingu liðini eitt stig hvør. Hvítarussland var favorittur, men Russland hevði seinasta álopi, men megnaði ikki at skora. Tískil vóru bæði liðini
Klokkan 17 verða tríggir dystir bríkslaðir í gongd. Tvey norðurafrikonsk lið bresta saman í norðurafrikanska landinum, grannauppgerð er ímillum Eysturríki og Sveis, ið er ein avloysari til endaspælið, og Slovenia er stórfavorittur móti Suðurkorea, ið á ein hátt stillar upp einum b-liðið, tí satsað verður meira uppá OL.
Dystirnir í kvøld kunnu gerast heilt áhugaverdir, har trý av norðurlendsku londunum skulu í eldin.
Svøríki, sum hevur verið rakt av sóttarhaldi, skal spæla ímóti Norðurmakedónia, ið týsdagin fekk boðini um at koma til Egyptalands sum avloysari hjá Kekkia, ið hevði tólv koronatilburðir. Hetta hevur gjørt, at svenski venjarin og svenska liðið hevur havt minni enn tvey samdøgur at fyrireika seg til eitt heilt nýtt lið.
Ísland og Portugal hittast eftirhondini fjórða hvønn dag. Liðini spældu EM-undankappingardystir móti hvør øðrum áðrenn fráferð til Egyptalands. Fyrst vann Portugal tætta dystin í Portugal, men í Íslandi var heimaliðið greitt omaná. Liðið hjá Guðmundi Guðmundssyni er uttan stórstu stjørnuni: Barcelona-leikarin Aron Pálmarsson er tíverri skaddur. Portugal var eitt frískt íkast til EM í fjør men tapti fyri millum annað Íslandi í millumumfarinum. Hetta verur
Tapið hjá Fraklandi fyri Portugalí fjør kostaði dýrt, og stóra hondbóltstjóðin kom ikki víðari úr bólkaspælinum. Frakland er framvegis millum favorittarnir at røkka finaluni í hesum endaspælinum, men tað er Noreg so sanniliga eisini og í roynd og veru í størri mun. Við Sander Sagosen á odda verður nógv væntað av norðmonnunum, og lagt er upp til eitt brak í kvøld. Noreg vann á Fraklandi til EM-endaspælið í fjør. Í 2017 vunnu fraklendingar HM-finaluna á júst Noreg á heimavølli.
Skráin:
Bólkur E:
Hósdagin 14.01
17.00: Eysturríki - Sveis *
19.30: Noreg - Frakland
Bólkur F
Hósdagin 14.01
17.00: Algeria - Marokko
19.30: Ísland - Portugal
Bólkur G
Mikudagin 13.01
Egyptaland - Kili 35-29 (18-11)
Hósdagin 14.01
19.30: Svøríki - Norðurmakedónia *
Bólkur H
Hósdagin 14.01
Hvítarussland - Russland (Spæla undir navninum RHF orsakað av dopingdómi) 32-32 (15-15)
17.00: Slovenia - Suðurkorea
*Komu við eftir avboð orsakað av koronu frá avíkavist USA og Kekkia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald