2024-08-08 22:31
Tað verða Frakland og Noreg sum leygardagin bresta saman í OL-finaluni við kvinnum.
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Frakland vann 31-28 á Svøríki, men longd leiktíð skuldi til fyri at finna ein vinnara. Fronsku OL-vertirnir vóru effektivari í longdu leiktíðini.
Í hinari hálvfinaluni, sum var millum Noreg og Danmark var ikki tann sami spenningurin. Norsku kvinnurnar vóru betra liðið og munurin var í onkrum løtum heili sjey mál. Noreg vann við fýra málum, 25-21. Støðan í steðginum var 11-8.
(Mynd: EPA)
(Mynd: EPA)
Noreg og Frakland spæla OL-finalu leygardagin klokkan 14 føroyska tíð. Bronsudysturin millum Danmark og Svøríki verður leygarmorgunin klokkan 9.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald