Slovenia vann ein óvæntað greiðan sigur á Noreg í seinastu OL-fjórðingsfinaluni í hondbólti fyri menn í gjárkvøldið.
33-28 gjørdist úrslitið, tá Noreg varð sligið út av kontanta og hartspælandi slovenska liðinum. Slovenia hevði lisið Noreg av, og har var einki at gera hjá Sander Sagosen og hansara liðfeløgum. Í hálvleikinum var støðan 16-12 til Slovenia.
Stórspælarin Alex Vlah gjørdist toppskorari við 11 málum. Alexandre Blonz gjørdist norskur toppskorari við sjey málum.
Tað verður sostatt Slovenia, sum Danmarki skal spæla ímóti í hálvfinaluni klokkan 20.30 í annaðkvøld. Hin hálvfinalan er millum Týskland og Spania.
Í dag eru hálvfinalurnar hjá kvinnunum á skránni.
Klokkan 15.30 spæla Svøríki og Frakland og klokkan 20.30 spæla Noreg og Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald