Tríggir greiðir favorittar vóru í dagsins trimum dystum í 19. umfari. Hjá HB var sigurin ongantíð í vanda eftir fyrsta hálva tíman, NSÍ setti alt uppá pláss seinasta hálva tíman, og Víkingur og Gunnar Vatnhamar avgjørdu dystin seinastu tíggju minuttirnar.
NSÍ kundi leggja seg á odda í Betrideildini og harvið leggja trýst á serliga KÍ og B36, ið leiktu í gjár og spæla ímóti hvørjum øðrum mikukvøldið. Hetta eydnaðist, , tó eftir at AB gjørdi tað sera trupult í ein tíma. Heimaliðið kom á odda eftir stórt NSÍ-mistak; hetta var fimti dysturin á tað, at runavíkingar komu afturum.
(Bárður Hansen, ið var aftur frá leikbanni, skoraði eitt frálíkt mál til 4-1 - Mynd: Sverri Egholm)
NSÍ fekk tó, eins og í undanfarnu dystunum, vent tað til stig. Útiliðið javnaði áðrenn hálvleik, og í 2. hálvleiki sást ávirkanin hjá Peturi Knudsen, ið var aftur eftir leikbann. Fyrst fekk hann brotsspark, ið hann sjálvur setti trygt í netið, og síðani legði hann væl innfyri úr vinstru til Klæmint Andrasson Olsen, ið skoraði sítt 21. mál í 18 dystum í Betrideildini. Luftin fór úr ballónini hjá AB, og NSÍ økti tvær ferðir seianstu minuttirnar; ta fyrra var ein perla frá Bárður Hansen
(Ari Mohr Olsen skoraði tvær ferðir fyri HB í dag)
Í Gundadali var eingin ivi. Botnliðið fekk einki gjørt ímóti HB-maskinuni, ið er væl smurd. René Shaki skoraði sítt fyrsta mál síðani hann vendi aftur til Føroyar fyri steðgin. Ari Mohr Olsen sló tvær ferðir til tíðliga í 2. hálvleiki, og innskifti Adrian Justinussen skoraði til 5-0, áðrenn høgri bakkurin Hørður Askham gjørdi tað til eitt tennisúrslit niðan ímóti tennis-vøllinum. Hørður skoraði tvær ferðir í Fuglafirði í juni, har HB vann 5-1.
(Gunnar Vatnhamar gjørdist hetjan hjá Víkingi í dag)
Víkingur kom saman við HB tættari KÍ, men tað var ikki við sannførandi avriki. EB/Streymur rakti stongina í báðum hálvleikunum og leikti ein góðan og klókan dyst í Sarpugerði, men Gunnar Vatnhamar skoraði væl tvær ferðir eftir innlegg úr høgru seinastu tíggju minuttirnar. Veteranarnir Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen vórðu settir inn, og Arnbjørn fekk spenning í aftur beint eftir 2-0 málið. Tað gjørdist tó til fyrstu stigini eftir steðgin til Víking.
Betrideildin 19. umfar
18.08
AB - NSÍ 1-5 (1-1)
28 Hans Jákup Anfinnson 1-0
35' Klæmint Andrasson Olsen 1-1
60' Petur Knudsen (br.) 1-2
62' Klæmint Andrasson Olsen 1-3
84' Bárður Hansen 1-4
89' Jann Benjaminsen 1-5
Víkingur - EB/Streymur 2-1 (0-0)
81'Gunnar Vatnhamar 1-0
89'Gunnar Vatnhamar 2-0
90' Arnbjørn Hansen 1-2
HB - ÍF 6-0 (2-0)
24' Sjálvmál 0-1
36' René Shaki Joensen 0-2
49' Ari Mohr Olsen 0-3
57' Ari Mohr Olsen 0-4
82' Adrian Rúnasson Justinussen 0-5
85' Hørður Askham 0-6
Í gjár:
KÍ - Skála 2-2 (2-2)
2' Boris Dosljak 1-0
22' Jóannes Bjartalíð 2-0
43' Haraldur Reinert Højgaard 2-1
45' Sjálvmál
Les um dystin her
B36 - TB 3-1 (2-1)
3' Stefan Radosaljevic 1-0
33' Lukasz Cieslewicz 2-0
41' Ragnar Tausen 2-1
71' Alex Mellemgaard (br.) 3-1
Les um dystin B36 greiddi sína skyldu í mjørkanum
Støðan:
1. NSÍ (42 stig) 18 dystir
2. B36 (41 stig) 18 dystir
3. KÍ (39 stig) 17 dystir
4. HB (38 stig) 19 dystir
5. Víkingur (38 stig) 19 dystir
6. Skála (25 stig) 19 dystir
7. TB (18 stig) 19 dystir
8. AB (11 stig) 19 dystir
9. EB/Streymur (9 stig) 19 dystir
10. ÍF (5 stig) 19 dystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald