Fótbóltur

NSÍ og Víkingur greiddi sína skyldu

Tað var eingin slingur í valsinum hjá Eysturoyarliðunum, ið vunnu tryggar heimasigrar, og harvið leggja trýst á B36.

NSÍ bygdi uppá sigurin á Ólavsøku við stórsigri í dag. Bæði Klæmint A.Olsen og Pól Jóhannus Justinussen komu á máltalvuna
 (Mynd: Jens Kr. Vang)

NSÍ bygdi uppá sigurin á Ólavsøku við stórsigri í dag. Bæði Klæmint A.Olsen og Pól Jóhannus Justinussen komu á máltalvuna (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-05 17:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í løtuni er eitt tætt stríð um evropeisku plásini. Føroyameistararnir, steypavinnararnir og B36 eru eitt sindur burtur frá sjálvum oddinum, men dystast um at koma í Evropa aftur næsta ár. Í dag gjørdu NSÍ og Víkingur væl og virðiliga sítt; í morgin er tað B36, ið eigur tørn.

NSÍ kom til dystin móti EB/Streymi við einum frálíkum sigri á HB í skjáttuni. Ólavsøkuaftan vann NSÍ í Gundadali, og í dag var eingin ivi, tá runavíkingar vóru í favorittleikutinum á heimavølli. 

Hálvur tími var leiktur, tá veteranurin Fróði Benjaminsen skoraði fyri NSÍ eftir eitt hornaspark. Stutt fyri hálvleik økti NSÍ um leiðsluna. Eftir gott forarbeiði av Peturi Knudsen, kundi ungi bakkurin Pætur Hentze leggja innfyri, har Pól Jóhannus Justinusssen beindi bóltin í málið.

Heimaliðið lukkaði dystin, tá ein tími varð leiktur. Tað var Petur Knudsen, ið setti bóltin væl í longra málhorn, og so var 3-0.Tað bleiv 4-0, tá metmaðurin Klæmint A.Olsen varð fyrstur á einum returbólti, og punktum varð sett stutt fyri leiklok við málið frá Árna Frederiksberg,

EB/Streymur er í ongamannalandi á stigatalvuni, og kanska hetta merkist. NSÍ fekk hinvegin trý kærkomin stig í stríðnum um Evropa-plássini.  

Víkingarnir spældu evropeiskan dyst hóskvøldið á Svangaskarði. Har gjørdist talan um greiðan ósigur; í dag gjørdi Víkingur av við AB, tá dystur í Betri-deildin aftur var á skránni í Norðagøtu.

Tað var heimaliðið, ið setti seg á dystin í Sarpugerði frá byrjan, Leiðslumálið var uppiborið, og kom beint eftir hálva tíman, tá Adeshina Lawal eftir tvær royndir setti bóltin í málið. Beint fyri tíman skoraði Andreas Lava Olsen til 2-0, eftir at hann tók sakina í egnar hendur. Hetta avgjørdi í roynd og veru dystin.  

Sølvi Vatnhamar gjørdi tað til 3-0 stutt fyri leiklok. AB fær ikki stig í løtuni, og er í trupulleikum. Næsta vikuskifti er botndystur móti 07 Vestur í Sørvági. Víkingur vann nú fimta dystin á rað í landskappingini, og hevur harvið eina frástøðu til B36, ið tó hevur tveir dystir færri.
 
Í morgin er B36 á vitjan við Stóra, har Suðringar taka móti. B36 er undir einum ávísum trýstið fyri at vinna og harvið innheinta NSÍ og Víking.

HB og KÍ vunnu eisini sínar heimadystir.

Les eisini: HB og KÍ eru til reiðar til brakið fríggjakvøldið

NSÍ - EB/Streymur 5-0 (2-0)
Fróði Benjaminsen 1-0
Pól Jóhannus Justinussen 2-0
Petur Knudsen 3-0
Klæmint A. Olsen 4-0
Árni Frederiksberg 5-0

Víkingur - AB 3-0(1-0)
Adeshina Lawal 1-0
Andreas Lava Olsen 2-0
Sølvi Vatnhamar 3-0

Støðan: 
1. HB (43 stig)
2. KÍ (41 stig)
3. NSÍ (33 stig)
4. Víkingur (32 stig)
5. B36 (28 stig)*
6. Skála (18 stig
7. EB/Streymur (17 stig)
8. TB/FCS/Royn (14 stig)**
9. AB (8 stig)
10. 07 Vestur (4 stig) **

* Tveir dystir færri
** Ein dyst færri



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder