Fótbóltur

NSÍ og Víkingur skulu halda støði

Tey bæði størstu Eysturoyarfeløgini royna at jagstra KÍ, og bæði eru stórfavorittar í kvøld.

2019-06-15 14:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár varð fyrsti dystur í 13. umfari leiktur. Hann var á Skála, har oddaliðið KÍ var á vitjan. Og teir í kongabláum styrktu um sína støðu og vunnu sín 10. dyst í ár. Talan var um ein 2-0 sigur, har útiliðið skoraði bæði málini í 1. hálvleiki, og har liðið hjá Mikkjali Thomassen síðani hevði fult tamarhald á. KÍ hevur nú eins nógv stig fyri 13. umfør (32), sum í 1999 tá KÍ vann FM seinast. Skála hevur nú tapt seks dystir á rað í Betrideildini.

[object Object]
(Jóannes Bjartalíð skoraði til 2-0 í gjár, tá KÍ aftur fekk trý stig á kontoina - Mynd: Sverri Egholm)

Sigurin hjá KÍ hevur við sær, at NSÍ og Víkingur nú hava ávíkavist fýra og seks stig upp til oddaliðið. Harvið er eitt ávíst trýst á liðunum úr Eysturoynni, ið bæði skulu í eldin í kvøld. NSÍ skal spæla Eystanstevnudyst ímóti AB, og Víkingur vitjar á Eiði

13.umfar:
15-06: 
18.00: EB/Streymur - Víkingur
19.00: NSÍ - AB

Í gjár:
Skála - KÍ 0-2 (0-2)
9' Patrik Johannesen 0-1
38' Jóannes Bjartalíð 0-2

Støðan í Betrideildini: 
1. KÍ (32 stig) *
2. NSÍ (28 stig)
3. B36 (27 stig)
4. Víkingur (26 stig)
5. HB (21 stig)
6. Skála (15 stig) *
7. TB (12 stig)
8. EB/Streymur (7 stig)
9. AB (4 stig)
10. ÍF (4 stig)

*Ein dyst fleiri

NSÍ tykist at vera sera væl fyri. Liðið er týðiliga í góðum formi, og sjálvsálitið er høgt. Spælið er ikki eins flótandi og málsøkið sum onkur av undanfarnu árunum, men liðið hongur væl saman, arbeiðir hart, spælir klókt, og so er Klæmint Andrasson Olsen glóðheitur. Ein av allarbestu leikarunum í ár hjá NSÍ, tá hann hevur spælt, er Petur Knudsen. Hann hevur tó verið darvaður av skaða í økslini, spældi av hesari orsøk ikki við U21-landsliðnum í seinastu viku og er ivasamur til dystin í kvøld.

Liðið hjá Guðjón Tórðarssyni var sannførandi í heimadystinum ímóti Skála beint fyri landsliðssteðgin. Tað vóru teir eisini í 9. umfari, tá Klæmint Andrasson Olsen skoraði hattrick í 5-1 sigrinum ímóti AB við Løkin. Argjamenn hava bert fingið stig á heimavølli ímóti ÍF og TB í ár og eru aftur í ár í stórum trupulleikum. Eitt megnaravrik skal til í kvøld fyri at fáa stig við sær - tað ger tað ikki lættari, tá Bárður Olsen ikki er tøkur.  

[object Object]

Víkingur hevur verið í Hólmanum einaferð áður í ár. Tað var í fyrsta umfari í steypakappingini, har Víkingur vann greitt. Í landskappingardystinum fyri einum stórum mánaði síðani syrgdi EB/Streymur tó fyri, at teir ljósabláu ikki fingu fult í Sarpugerði - hetta er tann einasti av teimum seinastu átta dystinum hjá Víkingi, ið er endaður uttan ein sigur til Sámal Erik Hentze og hansara væl fyri. Harvið er liðið sera væl fyri og kappast heilt frammi í oddinum.

EB/Streymur er í hinum endanum, men er betri fyri enn AB og eisini ÍF. Sundalagsmenn hava í summum dystum bjóðað ovaru liðunum av, hóast talan eisini hevur verið um greiðar ósigrar í ávísum dystum - sum t.d. 8-1 ósigurin fyri NSÍ í 10. umfari. Seinastu tríggjar dystirnar eru heili 18 mál farin inn hjá EB/Streymi; t.v.s 6 mál í miðal, men í Gundadali fyri landsliðssteðgin var nær við, at liðið hjá Jákup Martini Joensen tók stig frá HB.

Vit dagføra beinleiðis frá dystunum í kvøld á forsíðuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder