Fótbóltur

Nú ber til at keypa atgongumerki til dystirnar móti Eysturríki og Skotlandi

Sølan av atgongumerkjum til heimadystirnar hjá A-landsliðnum við monnum í oktober mánað, sum eru móti Eysturríki og Skotlandi, er byrjað, og fer fram í Nethandilinum hjá FSF.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-09-24 13:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í oktober mánað skal A-landsliðið við monnum spæla tveir HM-undankappingardystir á heimavølli. Teir vera leygardagin 9. og týsdagin 12. oktober móti ávikavíst Eysturríki og Skotlandi. Báðar dagar er avspark klokkan 19:45.

Á heimasíðuni hjá FSF verður nú boðað frá, at atgongumerkjasølan til komandi dystir er byrjað, og fer hon fram í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Fyri hvørja bílegging ber til at keypa upp til átta atgongumerki. Í samband við keypið skal upplýsast navn og telefonnummar hjá hvørjum einstøkum persóni.

Á Tórsvølli er pláss fyri beint omanfyri 5.000 áskoðarum.

Í sambandi við altjóða dystir á Tórsvølli eru tó serligar treytir viðvíkjandi koronu, sum eru galdandi. Fótbóltssambandið skrivar soleiðis:

UEFA hevur undir nærri ásettumi treytum loyvt, at áskoðarar aftur kunnu vera til altjóða dystir. Fyri at lúka hesar treytir hevur Fótbóltssamband Føroya ásett treytir viðvíkjandi Covid-19 á Tórsvølli.

Endamálið við hesum treytum er at minka mest møguligt um smittuvandan. Tað er sera umráðandi fyri okkum, at trygdin hjá gestum okkara er í hásæti.

Vit fylgja tilmælum og leiðreglunum frá landsmyndugleikunum og hava sett fleiri tiltøk í verk, so áskoðarar kunnu kenna seg tryggar. Tað er tó samstundis av alstórum týdningi, at allir áskoðarar halda fylgjandi treytir:

– Áskoðarar, ið eru sjúkir av Covid-19, hava Covid-19 sjúkueyðkenni ella eru í sóttarhaldi, sleppa ikki til dyst á Tórsvølli.

– Allir áskoðarar hava skyldu til at halda frástøðu á í minsta lagi 1 metur. Hetta er serliga týdningarmikið at minnast til, tá ein stendur í bíðirøð til eitt nú at sleppa inn á Tórsvølli ella við vesi og sølubúðir.

– Allir áskoðarar hava skyldu til einans at brúka sítt ávísta pláss. Áskoðarar skulu bæði áðrenn og undir dystinum halda seg til ávísta plássið, tó undantikið um ein skal nýta vesi ella sølubúð.

– Allir áskoðarar hava skyldu til at hava gott reinføri, herundir at nýta hondspritt, bæði við inngongdina og vesi.

– Allir áskoðarar hava skyldu til at avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak og klemm (hetta er eisini galdandi í sambandi við møguligan fagnað í samband við eitt nú mál).

Tað er samstundis týdningarmikið, at allir áskoðarar kanna, hvør inngongd skal nýtast og halda seg til tær avmarkingar, sum eru á og kring Tórsvøll í samband við dystin.

Um ein áskoðari fær staðfest Covid-19 eftir vitjan á Tórsvølli hevur viðkomandi skyldu til at boða Landslæknanum frá hesum, og fær Landslæknin í sambandi við smittusporan eftir umbøn útflýggjað nærri upplýsingar frá Fótbóltssambandi Føroya um, hvørjir persónar, ið hava verið á Tórsvølli í samband við dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder