Fótbóltur

Nú er bert ein vika til hondbóltsbrakið á Hálsi

Eitt møguligt pláss í EM-endaspælinum stendur uppá spæl, tá føroyska A-landsliðið við monnum tekur ímóti Ukraina mikukvøldi 26. apríl.

Fagnaður undir dystinum móti Rumenia í mars. Tað verður aftur fullsett, tá ukrainar koma á vitjan í næstu viku, og heilt nógv stendur uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

Fagnaður undir dystinum móti Rumenia í mars. Tað verður aftur fullsett, tá ukrainar koma á vitjan í næstu viku, og heilt nógv stendur uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-19 08:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í næstu viku skulu føroysku menninir spæla teir báðar seinastu dystirnar í hesari EM-undankappingini. Talan kann gerast um eina søguliga viku, tí Føroyar hava framvegis ein rímiliga góðan møguleika at vinna sær pláss í endaspælinum.

Til tess er ein sigur í heimadystinum móti Ukraina mikukvøldið 26. apríl helst eitt krav. Føroyar hava ongantíð áður bast Ukraina, men bæði á Hálsi í 2021 og í Royal Arena í Keypmannahavn í 2019 var bert eitt mál á muni. Báðir dystirnir vóru í EM-undankapping. Í útidystum móti Ukraina tvey tey seinastu árini hava Føroyar í báðum førum tapt við fýra málum - í báðum førum hevur tað verið uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu.

Júst Elias er nú av álvara komin fyri seg eftir skurðviðgerðina í knænum. Tá Føroyar spældu móti Rumenia í síðsta mánaða, var spælskiparin júst komin í gongd við at spæla dystir aftur. Í endaspælinum í svensku kappingini hevur 20-ára gamli hoyvíkingurin higartil verið mest árinamikli (effektivi) spælarin í. Elias á Skipagøtu verður ógvuliga týðandi, um føroyska liðið skal basa Ukraina.

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu eftir seinasta bríksl í dystinum móti Rumenia (Mynd: Sverri Egholm)

Útselt er til dystin, so beint omanfyri 1.500 larmandi føroyingar vera til dystin, og kann hetta veruliga hava sína jaligu ávirkan. Evropeiska hondbóltssambandið skrivar á heimasíðu sínari, at Høllin á Hálsi er ávegis at gerast ein verulig borg - her verður víst á sigurin á Rumenia og tepra tapið fyri sterku eysturríkarunum í oktober.

EHF ger nógv burturúr dystinum við millum annað at senda eitt miðlatoymi til Føroya. Hetta er tí, at Føroyar - Ukraina verður mettur at vera ein av teimum fýra lykladystunum í síðstu umførinum.  EHE skrivar, at talan er um ein "must-win" hjá báðum liðnum, ið stríðast fyri at koma víðari til EM-endaspælið. Fýra teir bestu trý'ararnir koma víðari, og um tað eydnast at vinna á Ukraina skal nógv til fyri at Føroyar fara av tí plássinum.

-  Um Føroyar spælir seg til EM-endaspælið hevði tað verið fyri fyrstu ferð, og hevði tað verið eitt risaavrik fyri eina tjóð við bert 54,000 íbúgvum, skrivar IHF

Hópurin er hesin:

Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71

Útileikarar
Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DEN)
Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)
Pætur Mikkjalsson, AMO (SWE)
Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)
Kjartan Johansen, Bækkelaget (NOR)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn (DEN)

Í mun til seinastu eru lámi bakkarnir Kjartan Johansen og Vilhelm Poulsen við. Tað varð kunngjørt í gjár. 

Les eisini: Kjjartan og Vilhelm við aftur í landsliðshópinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder