Annað

Nú er Cavendish veruliga søguligur

Manoyingurin, sum byrjaði á Oyggjaleikum er nú mest vinnandi í Tour de France.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-07-04 09:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

39 ára gamli súkklarin, Mark Cavendish, kom fyrstur á mál í einum hópspurti, tá fimti teinur í ársins stóru súkklukapping í Frakland varð súkklaður við máli í býnum Saint-Vulbas har eysturi í Suðurfraklandi.

Tað at Mark Cavendish vinnur ein hópspurt er ikki óvanligt. Tí hetta var hansara sigur nummar 35, og harvið er hann nú tann súkklarin, sum hevur vunnið flest teinar.

Í 2021 vann stóri súkklarin av Manoy sín sigur nummar 34 og gjørdist harvið javnur við legendariska belgiska súkklaran, Eddy Merckx. Síðan tá hevur hann roynt at fingið sigur nummar 35 eisini, og nú eydnaðist tað.

Tað var hetta, sum var málið hjá ótroyttiliga súkklaranum, og eisini liði hansara, sum nú er Astana Qazaqstan Team.

Viðmerkjarar høvdu annars ongar vónir, um at Cavendish skuldi fara at klára tað. Tá Tour de France kappingin byrjaði í Firenze í italska Toscana landslutinum leygardagin sá tað ikki gott út hjá honum.

[object Object]
(Mynd: EPA)

Mark Cavendish var illa fyri, og longu í fyrstu brekkuni megnaði hann ikki at fylgja við. Hann hevur tó nakrar trúfastar liðfelagar, sum hjálptu honum allan vegin á mál, eitt nú við at køla hann niður við at sproyta við vatni úr drekkifløskum. Tað vísti seg, at tað helst var hitaslag, sum hevði rakt Cavendish henda dagin í Italia. At hann var sera illa fyri sást eisini á sjónvarpsmyndunum, tí hann sást spýggja meðan hann var á veg oman eina brekku á súkkluni.

Cavendish kom á mál í Rimini næstan 40 minuttir eftir vinnaran. Honum í fylgi vóru fýra liðfelagar.

[object Object]
Cafendish hevði familjuna við upp á sigurspallin (Mynd: EPA)

Byrjaði á oyggjaleikum

Mark Cavendish, sum er føddur og uppvaksin á Manoy í Írska Havinum var oyggjaleikasúkklari áðrenn hann gjørdist professionellur.

Í 2003 var hann við á oyggjaleikunum í Guernsey, har hann kappaðist móti m.ø. Gunnari Dahl-Olsen, Eli Christiansen, Sverra Mohr Eivindsson og Boga Kristiansen, sum umboðaðu Føroyar.

Mark Cavendish vann kappingina í býarkoyring. Her gjørdist Gunnar Dahl-Olsen besti føroyingur á einum sætta plássi. Hesin sami Gunnar Dahl-Olsen vann bronsu í landavegskoyring. Teir bestu vóru tveir manoyingar, tó ikki Cavendish, sum ikki varð skrásettur fyri eina tíð, tí hann gavst.

Cavendish vann sín fyrsta Tour de France sigur í 2008. Hann hevur eisini vunnið 17 teinar í Giro d’Italia og tríggjar teinar í Vuelta España.

Í 2011 gjørdist hann heimsmeistari í landavegsskúkkling. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder