2018-12-11 11:23
Avgjørt er nú hvussu spælast skal í Betri deildini hjá monnum komandi kappingarár. Bartal Wardum, sum vann FM við HB farna kappingarár, tók sær av lutakastinum til kappingina, sum byrjar sunnudagin 10. mars. 2019.
Í fyrsta umfarinum verður stórdystur í Klaksvík, har HB fer á vitjan hjá KÍ. Í Gøtu er grannastríð á skránni, tá ÍF kemur á vitjan hjá Víkingi. NSÍ fær vitjan av EB/Streymi, B36 fær vitjan av Skála, TB tekur ímóti AB.
Lutakastið háttaði seg soleiðis, at AB, Skála, HB, NSÍ og B36 fáa 14 heimadystir í 2019.
Lutakastið sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald