- Um vit ikki fylgja gongdini í altjóða fótbólti, og tí menning, sum alla tíðina fer fram, er skjótt, at vit verða eftirbátar. Hetta er eisini galdandi í samband við VAR, hóast tað ikki verður brúkt her heima enn
Hetta sigur Lassin Isaksen við heimasíðuna hjá FSF, har hann leggur afturat, at tíðin kemur at vísa, um, ella nær, vit fara at taka VAR í nýtslu í Føroyum.
Dómaraleiðarin hjá FSF úttalar seg í samband við, at føroysk dómarasøga er skrivað: Kári Jóannesarson á Høvdanum og Jóhan Hendrik Ellefsen eru nú góðkendir VAR dómarar.
Báðir hava nógv ár á baki við døming á hægsta stigi í Føroyum, og Kári á Høvdanum er FIFA-dómari. Í seinnu hálvu av hesum árinum hava føroyskir dómarar luttikið á VAR skeiðum hjá danska fótbóltssambandinum, DBU. Skeiðið er bygt á fýra meginreglur, har VAR kann leggja uppí og gera rættingar. Tað eru støður, har talan er um mál ella ikki mál, brotsspark ella ikki brotsspark, beinleiðis reytt kort, og skeivur spælari fær gult ella reytt kort, skrivar FSF.
Nú hava Kári á Høvdanum og Jóhan Hendrik Ellefsen hava nú staðið royndina, og kunnu, tekniskt sæð, vera VAR dómarar, har hendan tøkni verður brúkt. Á skeiðnum fingu teir millum annað ástøðiliga undirvísing samantvinnað við simulator venjing og próvtøku, har dystir í donsku U19-kappingini vórðu brúktir.
- Hetta er sera gott fyri føroyskan fótbólt, og serliga fyri dómararnar, sum nú kunnu fáa enn fleiri altjóða uppgávur. Men til tað krevst, at teir fáa royndir at nýta VAR, og tað kann møguliga gerast í samband við samstarvið, sum vit hava við Danmark og Noreg, tá vit býta um dómarar. Føroysku dómararnir, ið hava dømt altjóða, hava staðið seg væl, so hetta er eitt stórt stig rætta vegin, sigur Lassin Isaksen
VAR, ið er stytting fyri enska heitið “Video Assistant Referee”, verður nýtt til A-landsdystir hjá monnum, og uttanlands verður tøknin brúkt í Champions League, Europa League og Conference League, umframt í øllum teimum stóru og "minni stóru" lands- og steypakappingunum í Evropa. Útlit eru eisini fyri, at VAR fer at verða nýtt í enn fleiri kappingum í framtíðin, skrivar Fótbóltssamband Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald