Seinasta mánaðin hava liðini í deildini av álvara fyririreika seg til, at kappingin, sum fekk nýggja byrjanardagfesting orsaka av korona, fer í gongd. Nú er dagurin her, og skráin er hendan:
1. umfar:
Sunnudagin 24.05
12.15:
B36 - ÍF/Víkingur/B68
15.00:
NSÍ - EBS/Skála
KÍ - HB
ÍF/Vík/B68 er favorittur í fyrsta dystinum, og tað kann væntast, at liðið, eins og í fjør, fer at bjóða av í oddinum aftur.
Les eisini:
Olga Kristina Hansen: - Vónandi kunnu vit arga og taka stig frá øllum okkara mótstøðuliðum
ÍVB ætlar sær meira
NSÍ er við fyri fyrstu ferð sum einstakt lið síðani 2007 - hevur verið sum felagslið saman við B68 síðani. Á liðnum eru millum annað Sevdal-systrarnar, Birita Bergsdóttir Nielsen og Margunn Lindholm, og tær í gulum og svørtum kunnu avgjørt fara at gera ein vørr í ár. Í dag vitjar sera unga liðið hjá EBS/Skála, og NSÍ er favorittur.
Les upptakirnar hjá liðunum á heimasíðuni hjá FSF:
Felagsliðið má endurbyggja frá grundini
-Vit eru ræðuliga spentar
Samstundis, sum spælt verður í Runavík, verður brak í Klaksvík, har KÍ tekur ímóti HB. Talan er um tvey sterk lið, ið allarhelst verða við í oddinum alt árið. KÍ vann í fjør FM, meaðn HB vann steypakappingina (sló KÍ út úr hálvfinalunum) Lagt er upp til ein sera spennandi dyst.
KÍ vil altíð vinna
Rebekka Benbakoura: - Torført at fylla tómrúmið eftir royndu leikararnar
Samanumtikið kann talan gerast um eitt heilt spennandi ár, nú tað aftur eru seks lið í Betrideilini, har hóparnir síggja spennandi út.
Vit eru við í dag - hava myndir frá øllum dystunum og taka samanum eftir dystirnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald