Fótbóltur

Nú skal tað bera ella bresta hjá stjørnunum

Frakland og Belgia, sum bæði hava verið vónbrot higartil, bresta saman klokkan 17. Portugal er stórfavorittur til dystin móti Slovenia klokkan 20.

Ein ungur Kylian Mbappé í gjøgnumbroti í HM-hálvfinaluni móti Belgia. Kevin De Bruyne hyggur at. Í kvøld hittast grannarnir aftur til

Ein ungur Kylian Mbappé í gjøgnumbroti í HM-hálvfinaluni móti Belgia. Kevin De Bruyne hyggur at. Í kvøld hittast grannarnir aftur til "knock-out dyst" í einum endaspælið (Mynd: EPA)

2024-07-01 13:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lagt er upp til tættan dyst millum grannarnar Frakland og Belgia, meðan Portugal eigur at basa Slovenia.

Áttandapartsfinalurnar í EM-endaspælinum

Í dag, mánadagin 1. juli
17.00: Frakland - Belgia (KVF/DR1)
20.00: Portugal - Slovenia
(TV2/Tv2 Play)

Slovenar spældu tó tríggjar javnleikir í bólkspælinum og Jan Oblak er í málinum at forðamillum annað Cristiano Ronaldo. Ikki tí; júst Ronaldo hevur ikki skorað í EM-endaspælinum, og tað fyllur nógv hjá 39-ára gamla áleyparanum og í Portugal.

Mikukvøldið vann Georgia ógvuliga óvæntað á Portugal, men tá var liðið víðari, og menn sum Pepe, Ruben Dias, Bruno Fernandes og Bernardo Silva hvíldu. Nú eru teir aftur, og skulu stjørnurnar - og eindin - fáa Portugal næsta stigið víðari.

[object Object]
Hann ilskaðist ofta undir dystinum móti Georgia, Cristiano Ronaldo. Enn vantar nummar 7 at skora í sínum EM-endaspæli nummar seks (Mynd: EPA)

Frakland og Belgia hava verið leiklig vónbrot. Tey fingu bara ein sigur hvør í bólkaspælinum og endaðu bæði á 2. plássi í sínum bólki. Hæddarpunktið hjá Belgia var 2-0 sigurin á Rumenia. Romelu Lukaku hevur verið bæði óheppin og spælt við ov lítlum skerpni, og styrkin hjá gylta ættarliðnum er ikki heilt har. 

Tað var júst Frakland, ið koppaði Belgia, tá landið var nær einari HM-finalu í 2018. Tá vann liðið hjá Didier Deschamps 1-0 í hálvfinaluni, og í finaluni skoraði Kylian Mappé eitt av málunum í 4-2 sigrinum á Kroatia. Stórt val er í løtuni í Fraklandi, men í løtuni fyllur støðan hjá Mbappé og franska fótbóltslandsliðnum nógv. Teir mistu 1. plássið í bólkinum móti Póllandi, og tað kann kosta í kvøld.

1/8-finalurnar higartil:

Í gjár, sunnudagin 30. juni
Spania - Georgia 4-1 (1-1)
18' Sjálvmál 0-1
39' Rodri 1-1
51' Fabian Ruiz 2-1
75' Nico Williams 3-1
83' Dani Olmo 4-1

Les eisini: Spania risti georgiska skelkin av sær

Ongland - Slovakia 2-1 (1-1 eftir longda leiktíð)
25' Ivan Schranz 0-1
90+5' Jude Bellingham 1-1
91' Harry Kane 2-1

Les eisini: Bellingham og Kane bjargaðu Onglandi

Leygardagin 29. juni
Sveis - Italia 2-0 (1-0)
37' Remo Freuler 1-0
46' Ruben Vargas 2-0

Týskland - Danmark 2-0 (0-0)
53' Kai Havertz, br 1-0
68' Jamal Musiala 2-0

Les eisini: Vertirnir víðari - evropameistararnir úti

Í morgin, týsdagin 2. juli
17.00: Rumenia - Niðurlond
20.00: Eysturríki - Turkaland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder