Fótbóltur

Nú verður lutakast um seinnu hálvu av Champions League

Bestu liðini í Evropa fáa sína lagnu at vita um eina lítla løtu.

2018-12-17 10:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nu klokkan 11 byrjar lutakastið til seinnu hálvu av Champions League kappingini. Liðini, sum spaldu seg víðari úr bólkaspælinum, fáa nú at vita, hvat teirra mótstøðulið í fyrstu rundu í knock-out kappingini verður.

Í fyrsta umfari av knock-out kappingini er so, at liðini, sum endaðu nummar 1 í sínum bólki, skulu spæla móti liði, sum endaði nummar tvey í sinum bólki.

Lið, sum spæla í sama landi, kunnu ikki trekkja hvørt annað í fyrstu rundu av knock-out kappingini. Hetta merkir t.d., at Manchester City bara kann trekkja fimm av teimum átta liðunum, sum endaðu nummar tvey, tí at trý av teimum eru úr Onglandi.

Liðini, sum endaðu fremst í sínum bólki eru: Barcelona, Bayern Munich, Borussia Dortmund, FC Porto, Juventus, Manchester City, Paris Saint-Germain, Real Madrid.

Liðini, sum endaðu nummar tvey í sínum bólki eru: Ajax, AS Roma, Atletico Madrid, Liverpool, Lyon, Manchester United, Schalke, Tottenham Hotspur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder