Annað

Nummar 55 í røðini

Super Bowl verður øðrvísi á ymsan hátt hesuferð. Talan verður um tað lægsta áskoðaratalið nakrantíð, og hetta verður fyrstu ferð, at eitt lið hevur heimavøll í finaludystinum.

Mahomes og Brady - her á plakat saman - eru quarterbakkar og høvuðsmenn hjá liðunum (Mynd: EPA)

Mahomes og Brady - her á plakat saman - eru quarterbakkar og høvuðsmenn hjá liðunum (Mynd: EPA)

2021-02-07 15:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri tveimum vikum síðani spældu Tampa Bay Bucaneers og Kansas City Chiefs seg til Super Bowl LV. Hetta verður fjórðu ferð, at Chiefs spæla í Super Bowl.

Liðið var til tí allarfyrstu - í 1967 - vann í 1970 og vann so aftur í fjør. Nú skulu Andy Reid og hansara menn royna at endurtaka. Við Patrick Mahomes á odda á vøllinum er liðið favorittur, men tó ikki so stórur móti Tom Brady og hansara monnum. 43-ára gamla legendan hevur spælt "Bucs" til sína aðru Super Bowl. Liðið vann Lombardi-steypið í 2003.

Tampa Bay Buccaneers hevur, sum fyrsta liðið í søguni, heimavallarfyrimun til Super Bowl. Raymond James leikvøllurin í Tampa, Florida verður karmur um dystin. Hetta varð avgjørt í 2017, og tí er tað púra tilvildarligt at Buccaneers sleppa at spæla stóra dystin á heimavølli.

[object Object]

Tað verða tó bert 25.000 áskoðarar, og ikki nakað yvir 65.000, ið pláss annars eru fyri á leikvøllinum. Orsøkin er COVID-19, ið eisini hevur havt sína greiðu ávirkan á kappingarári. 7.500 av áskoðarunum, ið verða til staðar í kvøld/nátt verða fólk, ið arbeiða í heilsuverkinum og sum eru koppsett fyri koronu.

Dysturin verður sparkaður í gongd áleið klokkan 23.30 føroyska tíð. Hann sæst á TV3+ og Viaplay.

Les eisini: 34 milliónir krónur fyri 30 sekund

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder