Annað

Nýggj samstarvsavtala um antidoping

Anti Doping Danmark hevur í nógv ár verið ein góður samstarvsfelagi og hevur veitt eina sera góða tænastu, og samstarvsavtalan ger, atantidopingarbeiðið í Føroyum er komið í eina trygga legu, sigur Anti Doping Føroyar.

Jónas Tór Næs, formaður í Anti Doping Føroyum og Kim Højgaard Ravn, stjóri í Antidoping Danmark (Mynd: Anti Doping Føroyar)

Jónas Tór Næs, formaður í Anti Doping Føroyum og Kim Højgaard Ravn, stjóri í Antidoping Danmark (Mynd: Anti Doping Føroyar)

2023-09-04 10:41 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku hava umboð fyri Anti Doping Danmark verið á vitjan í Føroyum. Endamálið við vitjanini var m.a. at undirvísa dopingeftirlitsfólkunum í Føroyum og at undirskriva samstarvsavtalu við Anti Doping Føroyar. Harumframt var eisini fundur við FSF um ymisk viðurskifti.

Endamálið við at gera eina samstarvsavtalu við Anti Doping Danmark er, skrivar Anti Doping Føroyar, at tryggja, at vit í Føroyum eru dagførd í mun til tey krøv, ið verða sett dopingmyndugleikum.

Anti Doping Danmark hevur í nógv ár verið ein góður samstarvsfelagi og hevur veitt eina sera góða tænastu, og samstarvsavtalan ger, atantidopingarbeiðið í Føroyum er komið í eina trygga legu.

– Vit hava eitt sera gott samstarv við Anti Doping Danmark. Við samstarvsavtaluni hava dopingkontrollantar í Føroyum møguleikar at útbúgva seg gjøgnum útbúgvingarnar, sum Anti Doping Danmark skipar fyri. Sostatt er avtalan við til at tryggja fakliga støðið hjá dopingkontrollantum í Føroyum, sigur Jónas Tór Næs, formaður í Anti Doping Føroyum.

Umframt at taka dopingroyndir er ein av uppgávunum hjá Anti Doping Føroyum at kunna fólk um antidoping.

– Kunning til ítróttasambond og íðkarar er ein rættiliga týðandi partur av arbeiðnum hjá okkum. Í hesum sambandi tryggjar avtalan við Anti Doping Danmark, at vit kunnu brúka undirvísingartilfar um antidoping og talgildu undirvísingarpallarnar, sum Anti Doping Danmark hevur, leggur Jónas afturat. Hann sigur, at hetta ger arbeiðið hjá Anti Doping Føroyum munandi lættari.

Stjórin í Anti Doping Danmark, Kim Højgaard Ravn, er eisini sera væl nøgdur við samstarvið við Anti Doping Føroyar.

– Vit eru ógvuliga glað fyri framhaldandi samstarvið við Anti Doping Føroyar. Vit hava altíð havt eitt sera gott samstarv við starvsfelagar okkara í Føroyum, bæði tá talan er um vegleiðing til dopingeftirlit og til undirvísing. Tíbetur ger nýggja avtalan, at hetta góða samstarvið heldur fram”, sigur Kim Højgaard Ravn.

Hava tikið 20 royndir - men eingin positiv

Higartil í ár eru 20 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttafólki. Royndirnar eru tiknar í hesum ítróttagreinum:

  • Innirógving: 3
  • Rógving: 6
  • Fótbóltur: 4
  • Vektlyfting: 3
  • Kurvabóltur: 4

Eingin positiv roynd er tó tikin higartil í ár. Anti Doping Føroyar hevur varhugan av, at føroysk ítróttafólk eru tilvitaði um antidoping, og er hetta at fegnast um, sigur felagið, sum hevur sett sær fyri at taka einar 40-50 royndir í ár.

Venjingarmiðstøðirnar eru eisini fevndar av føroysku lóggávuni. Ætlanin hjá Anti Doping Føroyum er at fáa samstarvsavtalur við venjingarmiðstøðirnar soleiðis, at hesi kunnu lýsa við, at doping ikki er loyvt í teirra venjingarhølum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder