Annað

Nýggjar dátur um ítrótta- og frítíðarvanar

Umfatandi kanning, gjørd av Idrættens Analyseinstutt verður løgd fram á stórari ráðstevnu í dag og í morgin.

Bylgjan í Runavík, fimleikahøllin, sum Lokale og Anlægsfonden hevur stuðlað, er dømi um savningardepil, ið eggjar til rørslu

Bylgjan í Runavík, fimleikahøllin, sum Lokale og Anlægsfonden hevur stuðlað, er dømi um savningardepil, ið eggjar til rørslu

2022-03-02 16:09 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fólk við áhuga fyri at menna føroyska frítíðarlívið hittast til ráðstevnu í Norðurlandahúsinum í dag og í morgin. Á fyrsta sinni eru ítróttar- og frítíðarvanar hjá føroyingum settir á kortið í eini kanning, sum Idrættens Analyseinstitut hevur staðið fyri.

Hvat eggjar til at vera virkin? Hvat virksemi er væl umtókt og á veg fram? Og hvussu menna vit umstøður, ið kann draga tey, ið ikki eru virkin?

Hetta eru týdningarmiklu spurningarnir á stóru frítíðarráðstevnuni. Ein nýggj landsfevnandi kanning, ‘Fritidsvaner og fremtidens mødesteder på Færøerne’ ella ‘Frítíðarvanar og framtíðar støð at hittast í Føroyum’ veitir fyri fyrstu ferð vitan um ítrótta- og frítíðarvanar hjá fólki, innan bæði ítrótt, útilív og mentan. 

Kanningin vísir, at 49 prosent av vaksnum borgarum í Føroyum íðka ítrótt og rørslu, meðan sami prosentpartur gongur til frítíðarítriv. Millum børn og ung íðka 65 prosent ítrótt og rørslu, meðan 43 prosent ganga til frítíðarítriv, sum ikki er ítróttur. 

Malene Thøgersen, senioranalytikari á Idrættens Analyseinstitut og Videncenter for Folkeoplysning sigur:

- Kanningin vísir eisini, at ein samanhangur er millum trivnað og at vera virkin í frítíðini. Tískil er sjálvandi ynskiligt, at fleiri borgarir gerst virknir. Kanningin vísir eisini á forðingar og orsøkir til at fáast við virksemi. Hetta kann vónandi geva politikarum, feløgum og kommunum eina ábending um, hvat kann gerast fyri, at fleiri borgarar í Føroyum kunnu gerast virknir. 

Jon Gerner, stjóri í Lokale og Anlægsfonden sigur:

- Tað er ótrúliga spennandi, at kanningin er innan bæði ítróttar-, mentanar- og útilív. Tað mest serstaka er yvirlitið yvir mentanarlívið í Føroyum. Nýggja vitanin hevur stóran týdning og kann geva íkast til betri avgerðir á enn betur skikkaðum grundarlagi. Á ráðstevnuni taka vit fyrstu stigini, til at fáa tær góðu dáturnar út at arbeiða kring alt landið. Náttúran í Føroyum er stórsligin og peikar millum annað eftir møguleikum fyri at menna fleiri støð har útilív kann hittast og at nýhugsa umstøður til tað skapandi, mentanarliga frítíðarlívið.

Á ráðstevnuni fer Idan at leggja úrslitini frá kanningini fram. LOA hevur eisini eitt upplegg við íblástri til at menna frítíðarumstøður í Føroyum, har støðið verður tikið í nýggjastu vitanini. Gongudeplar, havnasvimjing, mentanar- og felagshús eru boð upp á umstøður, sum luttakararnir fara at hoyra um á ráðstevnuni. Hjá kommunum og felagsskapum er somuleiðis høvi at fáa ítøkiliga ráðgeving ella sparring við LOA um ítøkiligar verkætlanir.

Kommunur, politikarar, felagsskapir, feløg, fakfólk, Idan, LOA og onnur við áhuga í frítíðarvirksemi luttaka. Saman verður kjakast um, hvussu nýggja vitanin best kann verða umsett til ítøkilig átøk, ið skulu menna umstøður og virksemi í Føroyum í framtíðini.

Idrættens Analyseinstitut (Idan) stendur fyri kanningini við stuðli frá Lokale og Anlægsfonden (LOA).

Frágreiðingin “Framtíðar frítíðarvanar og savningarstøð í Føroyum” kann takast niður her 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder