Fótbóltur

Nýggjur evropameistari skal finnast

Hazard yngri skoraði einasta málið í stórdystinum í Sevilla, ið ikki livdi heilt upp til stóru vónirnar. Portugal hevði leikliga yvirvág og kom til nakrar góðar møguleikar í 2. hálvleiki, men Belgia er í enn einari fjórðingsfinalu - hesaferð er Italia á skránni í München.

Ein ógvuliga vónbrotin Ronaldo eftir seinasta bríksl í áttandapartsfinaluni - belgisku leikararnir løgdu ógvuliga stóra orku í at fáa sigurin heim í nógva hitanum (Mynd: EPA)

Ein ógvuliga vónbrotin Ronaldo eftir seinasta bríksl í áttandapartsfinaluni - belgisku leikararnir løgdu ógvuliga stóra orku í at fáa sigurin heim í nógva hitanum (Mynd: EPA)

2021-06-27 22:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sum ein talvdystur. Soleiðis lýsti frásøgumaðurin hjá DR1 í Sevilla, Adreas Kraul, fyrra hálvleik millum Portugal og Belgia. Tað var so ikki eitt snartalv, tí bæði liðini lótu hitt spæla og taka síni trekk, fyri síðani at hugsa seg, taka sær góða tíð - við bóltinum - og veruliga bíða eftir rætta møguleikanum. Eingin heilt ágangandi roynd var gjørd fyri at trýsta ella  fella kongin. Hóast hetta kom eitt mál.

Cristiano Ronaldo hevði fyrstu veruligu málroyndina í dystinum. 36-ára gamli liðformaðurin hjá Portugal royndi seg við hørðum frísparki úr, men Thibaut Courtois, ið var ein tryggur aftasti skansi, vardi fyri. Tað gjørdi Rui Patricio ikki fýra minuttir fyri hálvleik. Vandin fyri Portugal sá út til at vera av, men so kom Thorgan Hazard fram við, við ferð. Vinstri vongbakkurin hjá Belgia tamdi bóltin, flutti hann longur inn í vøllinum og við sínum góða høgra beini smekkaði hann bara til. Á vegnum tók bólturin eitt "knekk", og tað snýtti Patricio. Mál nummar tvey hjá yngra Hazard-beiggjanum í endaspælinum.

[object Object]
Thorgan Hazard verður fagnaður av Eden Hazard og Axel Witsel eftir sítt góða høgg (Mynd: EPA)

De Bruyne noyddist út - Portugal setti seg á dystin

Beint fyri stegðin varð Kevin de Bruyne sparkaður inn á økilin. Miðvallarin royndi at koma út aftur til 2. hálvleik, men noyddist skjótt at ásanna at tað ikki bar til. Portugal hevði greiða leikliga yvirvág í 2. hálvleiki, har Belgia manglaði sín "spælskipara" og hugsavnaði seg um at halda fast í leiðsluni. Tað gekk striltið at koma til vandamiklar støður fyrstu løtuna, men so líðandi hóttu evropeameistararnir. 

[object Object]
Joao Palhinha takklar her de Bruyne aftanfyri - verjukendi portugisiski miðvallarin fekk bóltin, men eiisni mannin 

[object Object]
Ronaldo kannar støðuna hjá mótstøðuleikaranum. Týski dómarin, Dr. Felix Bruch, hevði nokk at taka sær av - serliga í 2. hálvleiki 

[object Object]
Gongdin hjá De Bruyne kann fáa ógvuliga stóra ávirkan á møguleikarnar hjá Belgia (Myndir: EPA)

Diego Jota skeyt stutt uppum, eftir at Ronaldo hevði sett tveir leikarar av og funnið hann. Joao Felix og Bruno Fernandes komu fyrst inn og settu skjótt meira lív í. Andre Silva kom løtu seinni, og áleyparin, ið hevði eitt frálíkt kappingarár í Frankfurt, var nær við at beina bóltin í málið, eftir at Ronaldo hevði snittað bóltin víðari til hann við aftaru stong, men Courtois var knappur. Áðrenn hetta hevði vinstri bakkurin Raphael Guerreiro, ið skoraði fyrsta málið hjá Portugal í endaspælinum frá líknandi staði, rakt stongina, og Ruben Dias hevði stútað hornaspark frá Fernandes á Courtois.

Í høvuðsheitinum var nógv meira lív í dystinum seinasta hálva tíman, har nógvir nærdystir vóru, menn vórðu heitir, og Felix Bruch gav fleiri gul kort. Belgia hótti nakrar ferðir við snarálopum, har Lukaku vísti styrki men manglaði tað seinasta. Eden Hazard gjørdi eisini nøkur góð ting, og trý-mans miðverjan, sum er samanlagt 101 ár, var stinn. Alderweireld, Verthongen og serliga Vermaelen spældu væl og hildu nullið.

[object Object]
Courtois verjir her fyri royndini hjá Andre Silva, ið saman við skotinum hjá Guerreiro var tann besta hjá Portugal

[object Object]
Her hava hann, Vermaelen og Verthongen tamarhald á Ronaldo og einum av mongu innleggunum hjá Portugal 

[object Object](Myndir: EPA)

Harvið skal Belgia spæla fjórðingsfinalu fjórða endaspælið á rað. Hesaferð verður avbjóðingin Italia, sum vann á Eysturríki í longdari leiktíð í gjár. Tann dysturin verður leiktur í München fríggjakvøldið. Nú snýr tað seg um hjá liðnum hjá Roberto Martinez at taka eitt fet víðari móti gullinum, ið tey hava bíðað so leingi eftir í Belgia. Um Kevin De Bruyne verður til reiðar ella ikki kann gerast avgerandi. Portugal vann gull seinast - tað verður so ikki hesuferð. Ronaldo tók ikki metið fyri landsliðsmál einsamallur, men tað ger hann helst seinni í ár, og tað er helst ósannlíkt, at maðurin av Madeira ikki verður við til eitt endaspæl aftur.

Áttandapartsfinalurnar
Í dag - Sunnudagin 27. juni

La Cartuja, Sevilla
Belgia - Portugal 1-0 (1-0)
42' Thorgan Hazard 1-0

Puskás Arena, Budapest
Niðurlond - Kekkia 0-2 (0-0)
68' Tomas Holes 0-1
80' Patrik Schick 0-2

Reytt kort: Matthis de Ligt (54')

Les eisini: Kekkia varpaði Niðurlond úr EM


Í gjár - Leygardagin 26. juni 

Wembley, London
Italia - Eysturríki 2-1 eftir longda leiktíð - 0-0 eftir vanliga leiktíð
95' Federico Chiesa 1-0
105' Matteo Pessina 2-0
114' Sasa Kalajdic 2-1

Les eisini: Innskiftararnir bjargaðu Italia í longdari leiktíð

Johan Cruyff Arena, Amsterdam
Wales - Danmark 0-4 (0-1)
27' Kasper Dolberg 0-1
48' Kasper Dolberg 0-2
88' Joakim Mæhle 0-3
90 (+3) Martin Braithwaite 0-4

Les eisini: Dolberg tók av - Danmark víðari við sannførandi sigri


Í morgin - mánadagin 28. juni


Parken, Keypmannahavn
17.00: Spania - Kroatia

Arena Nationala, Bukarest
20.00: Frakland - Sveis

Týsdagin 29. juni

Wembley, London
17.00: Ongland - Týskland

Hampden Park, Skotland
20.00: Svøríki - Ukraina


Soleiðis er skráin fyri fjórðingsfinalurnar: 

Fríggjadagin 2. juli
17.00: Frakland/Sveis - Kroatia/Spania (Sankta Pætursborg)
20.00: Belgia - Italia 
(München)

Sunnudagin 3. juli
17.00: Kekkia - Danmark (Baku)
20.00: Svøríki/Ukraina - Ongland/Týskland (Rom)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder