Avrikini hjá manslandsliðnum í hondbólti til EM-endaspælið í Berlin í januar mánaða fingu mangan føroyingin upp at flákra, og tað gav helst íblástur til mong og setti nakrar dreymar í gongd.
Í gjár kom Jens Marni Hansen út við nýggjum sangi. Sangarin, sangskrivarin og tónleikarin skrivar á Facebook-síðu sínari, at sangurin er gjørdur til heiðurs fyri hondbóltslandsliðnum hjá monnum.
Í "Give It Love" syngur Jens Marni millum um tað at veruliga arbeiða fyri nøkrum, at hava tol og ikki at geva upp - serliga tá tað er tungt.
Jens Marni Hansen hevur skrivað sangin saman við Yair Sapir. Símun Dam og Kristoffer Mørkøre hava framleitt Kristoffer hevur eisini mixað og staðið fyri mastering.
Emilia Brockie Hansen hevur sett sjónbandi saman. Talan er um nakrar av størstu løtunum hjá føroyska liðnum og føroysku fjepparunum í Mercedes Benz Høllini. Videolagið sæst á youtube-síðuni hjá Jens Marna Hansen og ovast í greinini.
Løtan, tá teir í føroyska hópinum fegnast saman og beint frammanfyri stóru føroysku fjøldini í Berlin, er "høvuðsmyndin" (Mynd: Sverri Egholm)
Hondbóltur
Nýggjur sangur hjá Jens Marna til heiðurs fyri hondbóltslandsliðnum
"Give It Love" er gjørdur við íblástri frá serligu hendingum í januar, og har føroysk hæddarpunkt í Berlin eru videolagið. Til ber at hoyra sangin her.
2024-02-03 15:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald