Fótbóltur

Oddabrak í Gundadali seinnapartin

Nummar eitt tekur móti tvey klokkan tvey. B36 skal royna at koma undir liðuna á føroyameistarunum - KÍ skal royna at løna steypaósigrinum aftur. Fult umfar er á skránni.

B36 basti KÍ leygardagin fyri átta døgum síðani (Mynd: Sverri Egholm)

B36 basti KÍ leygardagin fyri átta døgum síðani (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-30 11:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fult umfar er á skránni í Betrideildini seinnapartin. Talan er um sjeynda umfar í kappingini, og ein veruligur oddadystur verður spældur í Gundadali. Hann byrjar klokkan 14, tríggir byrja klokkan 15, og í Fuglafirði verður bríkslað í gongd klokkan 17.

B36 vann fyri átta døgum síðani sín fyrsta dyst á KÍ síðani juni 2020. Hetta var í steypakappingini - nú eru stig og 1. plássið uppá spæl. Talan var um stórt vónbrot í steypakappingini, men í Betrideildini hevur KÍ verið lýtaleyst - í øllum førum í mun til at fáa stig.

Liðið hjá Dan Brimsvík hevur vunnið fimm av seks dystum, og kann í dag staðfesta seg sum fremsti avbjóðari hjá tvífaldu føroyameistarunum. B36 hevur góða breidd og ymiskt, sum kann skaða KÍ. Hetta vístu teir í hvítum í serliga seinna hálvleiki í steypadystinum. Í dag er B36 uttan leikbannaða onglendingin Taufee Skandari. KÍ reisti seg mikukvøldið við 5-0 sigri á Svangaskarði.

[object Object]
B36'arar fegnaðust í seinna hálvleiki - KÍ'arnir irðaðu seg. Nú hittast liðini aftur

Sí eisini: 
Hannes Agnarsson: - Fantastiskt at vinna á KÍ nú
Dan Brimsvík: - Fóru aftur til góðar gamlar B36-dygdir
- Jákup Biskopstø Andreasen: - Kanska vit sum spæla teir inn í dystin

Fýra aðrir dystir verða spældir í dag. Áhugavert veður millum annað at síggja HB undir nýggja høvuðsvenjaranum, Jákup Martin Joensen, og hvussu AB og TB standa til hvørt annað. B68 skal eisini royna at koma í gongd, men ÍF, ið er á 4. plássi, á útivølli er trupul uppgáva. Eitt stig er ímillum Víking og EB/Streym, sum spæla í Sarpugerði. 

[object Object]
Skrá: fsf.fo


Støðan í Betrideildini undan 7. umfari
1. KÍ 18 stig 
2. B36 15 stig
3. HB 14 stig 
4. ÍF 9 stig 
5. Víkingur 8 stig 
6. 07 Vestur 7 stig
7. EB/Streymur 7 stig 
8. TB 4 stig 
9. B68 3 stig   
10. AB 0 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder