
Hannes Agnarsson átti stóran leiklut í, at B36 spældi seg víðari í kappingini um Løgmanssteypið. Hann kom inn, legði upp til 1-0 málið og skoraði til 2-0.
Skjóti álopskendi spælarin sigur, at tað eru ting, ið B36 byrjar at verða eykent fyri. Eisini setur hann orð á, at tað ein ótrúliga góð kensla at sláa liðið, sum hevur verið tað størsta seinastu árini, út úr steypakappingini. Nú skulu eyguni skjótt á næsta dystin.
1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið 2023 - Áttandapartsfinalur
Í dag, leygardagin 22. apríl
B36 - KÍ 2-0 (0-0)
53' Andrass Johansen (Hannes Agnarsson) 1-0
59' Hannes Agnarsson (Bjarki Nielsen)
Sí eisini:
Jákup Biskopstø Andreasen: - Kanska vit sum spæla teir inn í dystin
Myndir: B36 - KÍ
B36 gjørdi bart og sendi KÍ út
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald