Fótbóltur

B36 gjørdi bart og sendi KÍ út

Andrass Johansen og Hannes Agnarsson skoraðu tey bæði málini í dystinum - bæði komu tíðliga í seinna hálvleiki, og KÍ megnaði ikki at svara aftur.

Andrass Johansen og hinir í B36 vóru ógvuliga stríðsfúsir og eisini effektivir. Andrass legði B36 á odda tíðliga í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

Andrass Johansen og hinir í B36 vóru ógvuliga stríðsfúsir og eisini effektivir. Andrass legði B36 á odda tíðliga í 2. hálvleiki (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-22 20:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liðini ið spældu steypafinalu í oktober 2022 eru úti eftir 1. umfar. Hetta er greitt, nú B36 var omaná móti KÍ í kvøld - í kvøld taptu steypavinnararnir Víkingur eftir longda leiktíð móit HB í Gundadali.

KÍ byrjaði við Sivert Gussiås og ikki Páll Klettskarð í álopinum, og hetta tænti ikki álopsspælinum hjá KÍ. Útiliðið flutti bóltin væl í løtum í fyrra hálvleiki, men talan var um vantandi neyvleiki á seinasta triðinginum, og tað manglaði samanlagt vit og hvassleiki í hjá útiliðnum. Størsti møguleikin hjá KÍ hevði fyri steðgin var, tá bólturin endaði hjá Luc Kassi í samband við hornaspark, men norðmaðurin skeyt uppum. Løtu frammundan var Mads Boe Mikkelsen sendur avstað, royndi at fara framvið Mattiasi Lamhauge, ið var komin út, men fekk eitt lítið skump. Floytan hjá Eileri Rasmussen var tó kvirr.

B36 royndi at trýsta høgt til tíðir, uttan at tað eydnaðist serliga væl. Hinvegin eydnaðist eitt heilt væl: At verja egna brotsteig. Sonni Ragnar Nattestad, ið avloysti skadda Andrias Eriksen í upphitini, og serliga svenski Isak Jönsson ruddaður ofta burtur, og so spældi serliga vinstri bakkurin Magnus Egilsson ein góðan dysti.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Tað eydnaðist at hótta KÍ-verjuna fyrsta korterið av seinna hálvleiki, og tá skoraði B36 tvey góð mál. Fyrst var tað innskifti Hannes Agnarsson, ið fann Andrass Johansen, sum veruliga ger mun á miðvøllinum, og fimm minuttir seinni breyt vælupplagdi Bjarki Nielsen ígjønum í vinstru og legði flatt innfyri til árvakna Hannes í málteiginum. 

[object Object]Málið til 2-0 (Mynd: Sverri Egholm)

Kí royndi at leggja eitt trýst seinasta hálva tíman og komu til nakrar góðar støður og nakrar stórar møguleikar. Jákup Biskopstø Andreasen stútaði beint uppum í samband við frísparksinnlegg, innskifti Páll Klettskarð rakti yvirleggjaran, og so var Luc Kassi aftur nær við einaferð. Tó manglaði neyvleiki í brotsteigum og eisini í nøkrum innleggum og sendingum, ið kundu gerast avgerandi.

B36 spælararnir offraðu seg veruliga, komu fyri nogv og hóttu eisini hinvegin. Størsta møguleikan fekk Hannes. Kviki áleyparin varð sendur avstað men valdi at spæla heldur tíðliga ístaðin fyri at taka eina nerting afturat ella skjóta sjálvir.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Tað mest umráðandi var tó, at B36 helt fast, og seinastu løtuna kókaði B36-húsið. Fyrsti sigur á KÍ síðani juli 2020 var veruleiki, og liðið hjá Dan Brimsvík hevur nú vunnið á steypavinnarunum á útivølli og føroyameistarunum í ár. B36 er víðari og hevur ein góðan møguleika í steypakappingini. KÍ er nú sligið út í fyrsta umfari í trimum av teimum seinastu fýra árunum, og Magne Hoseth var í kvøld fyri sínum fyrsta ósigri sum KÍ-venjari.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Dan Brimsvík og hinir í venjaratoyminum stórfegnast tá dómarin Eiler Rasmussen bríkslar dystin av (Mynd: Sverri Egholm)

1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið 2023 - Áttandapartsfinalur
Í dag, leygardagin 22. apríl

B36 - KÍ 2-0 (0-0)
53' Andrass Johansen (Hannes Agnarsson) 1-0
59' Hannes Agnarsson (Bjarki Nielsen)

AB - FC Suðuroy 1-0 (0-0)
90 (+3)’ Brian Jakobsen 1-0

Les eisini: Brian bjargaði AB við brotssparki í evstu løtu

TB - B68 0-1 (0-1)
78' Jørgen Nielsen 0-1

Reyð kort: Chris Jastrzembski (32') og Jens Erik Bruhn (65')
 

ÍF - 07 Vestur 0-2 (0-1)
2' Uros Stojanov 0-1
90 (+3)' Jón í Horni Nielsen 0-2

Les eisini: B68 og 07 Vestur eru víðari til fjórðingsfinalurnar


Í gjár, fríggjadagin 21. apríl

NSÍ - MB 14-0 (4-0)
1-0 Steffan Løkin
2-0 Atli Djurhuus Petersen
3-0 Jógvan Højgaard
4-0 Oddur Højgaard
5-0 Jógvan Højgaard
6-0 Hans Marius Davidsen
7-0 Mamuka Toronjadze
8-0 Andri Benjaminsen
9-0 Teitur Knudsen
10-0 Pætur Hentze
11-0 Betuel Hansen
12-0 Steffan Løkin 
13-0 Beinir Nolsøe
14-0 Jógvan Højgaard

Skála - B71 3-1 (0-0)
53' Carlos Ferreira 1-0
56' Meinhard Janusarson (Carlos Ferreira) 2-0
63' Marjus Nón (Hanus Mikkelsen) 3-0
74' Hans Oddson Hentze 3-1

FC Hoyvík - EB/Streymur 0-6

5' Tóki Johannesen (Gutti Dahl-Olsen) 0-1
13' Gutti Dahl-Olsen (Bergur Poulsen) 0-2
50' Bogi Reinert Petersen (br. - Jákup Hummeland) 0-3
61' Jákup Hummeland (Gutti Dahl-Olsen) 0-4
65' Virgar Jónsson (Bergur Poulsen) 0-5
85' Filip Djordjevic (Hans Pauli á Bø) 0-6

Les eisini: EB/Streymur og 1. deildarliðini í Runavíkar kommunu víðari

Víkingur - HB 1-2 eftir longda leiktíð (1-1 eftir vanliga leiktíð)
17' Hanus Sørensen (Adrian Justinussen) 1-0
55' Arnbjørn Svensson (Geza David Turi) 1-1
114' Áki Debes Samuelsen (Viljormur Davidsen)  1-2

Sí eisini: 
HB sendi steypavinnararnar út eftir longda leiktíð í Sarpugerði
Myndir: Víkingur - HB

Samrøður: 
Áki Samuelsen: - Hetta er ein ótrulig kensla
Arnbjørn Svensson: - Nógvir partar av okkara spælið rigga í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder